Logos Hope vikan 2017
Aftur í ár skipar OM Føroyar fyri Logos Hope viku, har vit seta sjóneykuna á tað stóra arbeiði tey gera umborð á gomlu Norrønu, – nú Logos Hope, og á tørvin hjá teimum at fáa stuðul til olju.
Vit fáa aftur í ár vitjan av Myles Toews, frá OM Ships, sum kemur at vitja fyritøkur, feløg, kirkjur og samkomur runt í Føroyum.
Stuðla Logos Hope
Vit vóna at nógv vilja standa saman við okkum, at BIÐJA fyri Logos Hope, at GEVA til Logos Hope og um Harrin kallar teg at FARA umborð á Logos Hope, at verða kallinum lýðin.
Tørvur er á nógvari olju, fyri at skipið kann hava streym hvønn dag og kunna sigla millum ymisku havnirnar. Tú kanst stuðla Logos Hope við at flyta pening á konto í Betri Banka: 9181 – 426.219.2 og viðmerkja “Logos Hope olja”. Um tú ynskir at stuðla einum av føroyingunum umborð, kanst tú flyta pening á somu konto og viðmerkja navnið á tí tú ynskir at stuðla. Tað ber eisini til at flyta eingangsupphæddir her á síðuni við gjaldskortið.
Logos Hope sunnudagur
Sunnudagin 1. oktobur 2017 vóna vit at fleiri kirkjur og samkomur vilja standa saman við okkum um at stuðla arbeiðinum hjá Logos Hope. Vit vóna at kirkjur og samkomur kring landið vilja biðja fyri verkinum, møguliga fáa onkran, sum hevur verið umborð at koma og greiða frá, og at savna pening inn til Logos Hope.
Um tín kirkja ella samkoma er áhugað í at hava Logos Hope sunnudag 1. oktobur, og tykkum tørvar kunning, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á info.fo@om.org ella á tlf. 219923.