8. mai 2019

Kom við á TiM – tilmeldingarfreist um 2 dagar!

Enn er pláss á TiM túrunum í summar til Moldova og til Grikkaland. TiM eru toymisferðir fyri ung í aldrinum 15-18 ár, og túrarnir verða í døgunum 13.-26. juli 2019. Tilmelding er umvegis heimasíðuna, les meira her.

Hoyr Kristinu Foldbo, sum verður annar av leiðarunum til TiM í Moldova, greiða frá um TiM og um OM-arbeiði í Moldova. Ljóðbrotið er úr sendingini ‘á Bylgjulongd’ frá Lindini týsmorgunin 8. mai 2019.

 

Vit gleða okkum at frætta aftur frá teimum ungu um tær upplivingar, tey fara at hava í summar á toymisferðunum. Latið okkum halda á at biðja fyri teimum.