Hugnaløta á kvøldi
Tá ið stóra løtan í Main Hall, Throne Room, er liðug um kvøldið uml. kl 20.30, hava leguluttakararnir frí inntil teir byrja at gera seg til reiðar at fara inn í sovisalarnar, og kl 23.30 skal vera friður.
Hendan løtan er sera hugnalig. Økið er ikki so stórt, og vit eru nógv fólk savnaði, so tað er eitt sindur trongt – nakað sum á ólavsøku. Nøkur spæla, onnur sita og práta saman, summi fáa sær ein bita ella okkurt at drekka, – møguleikarnir eru nógvir.
Í kvøld kom eg framvið hjá nøkrum, sum høvdu sett seg uttanfyri at syngja lovsang. Her eru ungfólk frá øllum møguligum tjóðum – og jú, her eru eisini fleiri føroyingar ímillum.
Sum tíðin líður leggjast fleiri afturat, og góði lovsongurin ljómar út í lýggju týsku kvøldarluftina.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni