15. mars 2017

Hallur og Shino til Japan

Gev gávu  

Í morgin, hósdagin 16. mars 2017, byrja Hallur og Shino, saman við børnunum Kano, Nana og Louie, ferðina, sum ber alla ta longu leið til Japan, har tey fara at virka sum trúboðarir.

Hallur er úr Hoyvik og Shino er úr Japan. Tey hava bæði verið í OM fyrr. Hallur í London (1999-2001) og Shino umborð á MV Doulos (2003-2005). Í Japan fara tey at virka í einari lítlari samkomu í býnum Atsugi nærhendis Tokyo. Í Japan eru fá evangelisk trúgvandi, bert eini 0.3% so tørvurin á evangelisering er stórur. Shino fer at náa út til barnafamiljur í økinum, við millum annað barnaarbeiði. Innanfyri ein radius á 1 km eru heili trý fróskaparsetur, sum gevur góðar møguleikar at virka millum ung lesandi í økinum. Men fyrst er neyðugt hjá Halli at læra japanskt. Hallur fer seinni at undirvísa á bíbliskúla uttanfyri Tokyo. Hallur og Shino hava trý børn, Kano 7 , Nana 5 og Louie 3.

Tit kunnu vera við at stuðla Hallur og Shino, við at biðja fyri teimum, og við at flyta pening á konto 9181-426.219.2 (viðmerk Hallur og Shino) ella beinleiðis her á heimasíðuni.