Hallur og Shino Mortensen
Hallur er úr Hoyvík og Shino er úr Japan. Tey eiga børnini Kano (10 ár), Nana (8 ár), Louie (5 ár), og Rio, sum varð føddur í vár. Familjan Mortensen býr í býnum Atsugi, nærhendis Tokyo í Japan, har virka tey í eini lítlari samkomu. Í Japan eru fá evangelisk trúgvandi, bert eini 0,3%, so tørvurin á evangelisering er stórur.
Umframt vanligu møtini sunnudag, har Hallur og Shino taka lut við at tala og leiða sangin, hava tey eisini ymiskar aktivitetir yrkadagar. Samkoman hevur eina kafé har eini 5-6 mammur við yngri børnum vanliga koma og eina heilsukafé har mest eldri fólk koma, og mánadagar telva tey shogi (japanskt talv) í samkomuni. Endamálið við øllum hesum er fyrst at koma at kenna fólk, sum búgva í grannalagnum, og so finna møguleikar at luta evangeliið við tey. Shino hevur eisini regluliga bíbliutímar við eini andaliga søkjandi kvinnu. Skjótt fara tey eisini undir ensktundirvísing til børn.
Teldupostur: hallur.mortensen@om.org
[seinast dagført 21. november 2019]