12. apríl 2019

Fyrireikingar til TiM 2019 eru í gongd

Fyrireikingarnar til TiM (Teens in Mission) 2019 er komnar væl í gongd.

Mikukvøldið møttust føroysku leiðararnir inni á OM skrivstovuni. Prátað varð um TiM túrarnar og eisini var biðið.

Í ár fara føroyskir tannáringar saman við føroysku leiðarunum til TiM í Moldova, Albania umframt at eitt toymi fer til Grikkalands (tað praktiska er ikki komið endaliga uppá pláss við TiM-túrinum til Grikkaland enn).

Allir TiM-túrarnir verða í døgunum 13.-26. juli. TiM er fyri tannáringar í aldrinum 15-18 ár, sum ynskja at vera við í missiónsarbeiði. Endamálið við túrunum er at tæna teimum lokalu samkomunum og stuðla teimum í arbeiði teirra. TiM-toymini verða millum annað partur av barnaarbeiði, húsavitjanum og ymsum praktiskum arbeiði.

Enn eru pláss eftir á TiM túrunum í summar – 9 pláss til TiM Moldova, 1 pláss til TiM Albania og 3 pláss til TiM Grikkaland. Lesið meira her, og meldið tykkum til.

Latið okkum biðja fyri TiM-túrunum í summar. Bið fyri teimum føroysku ungu og føroysku leiðarunum. Bið fyri Albania, Moldova og Grikkalandi og tí lokala arbeiðnum sum føroysku toymini verða partur av.