22. desember 2020

Fjórða lúkan: OM í Noregi veksur seg størri

– Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra. Matteus 1:21.

 

Fjórða lúkan í adventskalendaranum hjá okkum er OM í Noregi.

Bente Hinz hevur verið leiðari í felagsskapinum seinastu árini og hevur tikið fleiri djarvar avgerðir. Fyri kortum flutti familjan til Kristiansand og nú hava hon og OM byrjað eina tænastu, har tey royna at náa út til nógvu tilflytararnar, sum búgva á Slettheia í Kristiansand.

 

Á hesi leinkjuni sæst eitt filmsbrot, har Bente Hinz greiðir frá arbeiðnum hjá OM í Noregi (krevur atgongd til Facebook).

 

Ein partur av hesi tænastu er at bjóða ókeypis málundirvísing, tey kalla tað fyri eina mál-kafé. Tilflytararnir verða bodnir til ein kaffimunn, har fólk frá OM so práta við tey og royna at hjálpa teimum við teirra norska máli. Á hendan hátt fáa tey knýtt samband við tilflytarnar og fáa sagt teimum søguna um Jesus.

 

Fyri at betra um umstøðurnar hjá bæði hesi tænastuni og hjá skrivstovuni hjá OM, hevur OM Noreg júst keypt eini høli á Slettheia. Fjórða innsavningin hjá okkum í Føroyum verður tí at stuðla OM Noregi í hesi tænastuni við at savna pening inn til at hjálpa teimum við fíggingini.

 

Um tú hevur hug at stuðla OM Noregi og teirra arbeiði at náa út til ónáddu tilflytararnar í Kristiansand, kanst tú gera eina flyting til kontuna hjá OM Føroyum, 9181-426.219.2, og viðmerkja Noreg. So verður peningurin fluttur víðari fyrst í nýggja árinum.