3. mai 2019

Ein vika til tilmeldingarfreistina – TeenStreet & TiM

Nú er einans ein vika til tilmeldingarfreistina (10. mai) at melda seg sum luttakara til TeenStreet og TiM (Teens in Mission).

Kom við á legu fyri tannáringar (13-17 ár) í Týsklandi, TeenStreet verður 27. juli til 3. august 2019. Les meira um TeenStreet og finn tilmeldingarskjalið her.

Enn eru tøk pláss til TiM Moldova og TiM Grikkaland. TiM eru toymisferðir fyri ung í aldrinum 15-18 ár. Túrarnir verða 13.-26. juli 2019. Tilmelding er umvegis heimasíðuna, les meira her.

Vit gleða okkum til túrarnar í summar – latið okkum minnast TeenStreet og TiM í bønum okkara.