1. august 2019

Dann er í Cleanstreet á Teenstreet

Tá ið vit eru so nógv fólk – heili 3700 – stúvað saman á einum so lutfalsligum lítlum øki, sum vit eru her niðri á Teenstreet, ja, so er sjálvandi eisini nógv at taka upp eftir okkum.

Hetta er – eins og tað mesta – eisini væl skipað her á leguni. Tey eru omanfyri 30 fólk, sum her arbeiða í toyminum Cleanstreet – hetta rímar jú so væl við Teenstreet 😊

Á høvuðsgøtuni her beint frammanfyri Main Hall hitti eg í morgun unga mannin uttan av Nesi, Dann Johannesen, in action. Dann er 18 ára gamal og er á TS fyri fimtu ferð. Hetta er hansara fyrsta ferð sum hjálparfólk. Hini árini hevur hann verið á legu.

Toymið, hann er í, er býtt í tveir partur.  Nøkur taka sær av at vaska WC’ir, og hini savna fyri tað mesta burturkast og feia eitt sindur eisini. So Dann sigur, at her niðri er hann skrellimaður. Mesta uppgáva hansara er at savna burturkast úr køkinum og úr sovisalunum hjá dreingjunum. Hetta verður koyrt í bingjur, og verður síðani heintað av øðrum.

Dann sigur fyri mær, at hann ynskir at sleppa í læru sum timburmaður, og at vónandi gert hesin dreymurin skjótt veruleiki. Hann gongur í Thabor á Toftum, har hann er juniorleiðari, og hjálpir eisini til við tí tekniska. Hann elskar lovsang, og tí er tað stórt fyri hann, at fáa høvi til at vera til Throne Room um kvøldið her á teenstreet.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni