20. desember 2019

3 ADVENT – Tænastan er ein Søtur Hurlivasi

Gev gávu  

Hesa vikuna stuðla vit virkseminum hjá OM í Albania. Tey eru nýliga flutt í nýggjan bygning, og har er tørvur á einum køki til millum annað at stuðla uppundir tænastuna millum tey, ið ber brek.

Les greinina niðanfyri um Fisnik og familju hansara, og hvussu Gud hevur brúkt hesa tænastu – Søtur Hurlivasi. Greinin er upprunaliga skrivað á enskum og kann lesast her.

Leitanin eftir Fisnik

Tænastan hjá OM Albania millum tey, ið bera brek, brennir við eini bjartari visjón – at øll, eisini tey, ið bera brek, skulu hava møguleikan at møta Jesusi og uppliva kærleika Guds. Tey ungu, ið bera brek, og sum hvørja viku koma á Søtur Hurlivasi-møtini saman við familjum sínum, eru millum tey mest útstoyttu í samfelagnum. Sum aðrastaðni á Balkan, eru nógvir fordómar móti fólkum, ið bera brek. Ofta førir hetta tí skomm yvir familjuna. Samstundis er lítil hjálp at heinta frá tí almenna. Í 2014 kunngjørdi UNICEF at av teimum 18.000 børnunum, sum bera brek í Albania, hava 15.000 teirra als onga skúlagongd.

Eitt ríkidømi fyri alla familjuna

Søtur Hurlivasi (á albanskum ‘Rrëmujë e ëmbël’,) er heitið á møtunum, sum ein lokal samkoma og OM skipa fyri, fyri teimum 10 familjunum í økinum, sum hava onkran, sum ber brek. Hesi møtini eru full av stuttleika, ítrívi, bíbliusøgum, bøn, sangi, dukkuspæli og drama, umframt at tey fáa eina góða máltíð. Hetta er ein rárur møguleiki hjá hesum familjunum – ein oasa í eini mentan, sum avmarkar teirra gerandisdag. Her kunnu tey merkja kærleikan frá Gudi og fólki Hansara, at tey vera vird og eru á jøvnum føti.

Ein serlig løta við vatnið

27 ára gamli Fisnik*, mamma hansara Linda*, og 17 ára gamli beiggin, Dritan* koma regluliga á møti. Familjan bleiv bjóðað av Lisi frá OM, einaferð tey hittust heilt tilvildarliga.

Lisi er uppvoksin við eysturríksku alpurnar, og tí nýtir hon ofta høvi at rýma frá heita støvinum og sementinum í býnum í Albania, har hon nú býr. “Eg má síggja okkurt grønt, ikki bara bygningar,” sigur hon, og fortelur um dagin, tá hon fyrstu ferð hitti Fisnik og mammuna. Hendan dagin royndi hon fyri seinastu ferð at finna eitt vakurt vatn uttan fyri býin, tí fýra ferðir áður var hon vilst á vegnum. Men hesa ferð gekk tað.

Hon neyt útsýnið, tá hon endiliga kom til strondina. Hon var ikki einsamøll; uttanfyri eitt hús nærindis, við síðunar av eini sølubúð við vegin, sat ein ungur maður samankropin í einum rullistóli. Ein eldri kvinna, sum arbeiddi í sølubúðini, stóð hjá honum. Hon tók sær eina pausu frá arbeiðinum og nýtti útsýnið yvir vatnið. Lisi sá, at ungi maðurin var bæði førleika- og menningartarnaður, og tá Lisi heilsaði upp á hann, gav hann henni eitt stórt smíl, men kundi einans svara við óskiljandi ljóðum. Kvinnan segði, at hetta var sonur hennara, Fisnik. Sjálv æt hon Linda.

Høvdu tey vilja komið?

Álvarsligu brekini hjá Fisnik gjørdu, at hann hevði verið so at siga heimabundin síðani hann var lítil. Hetta hevði lagt stórt trýst á foreldrini og systkin hansara at taka sær av honum. Lisi var partur av tænastuni hjá OM millum teirra, ið bera brek. Hon skilti tí eitt sindur støðuna og sá, hvussu einsamøll familjan var. Hon ætlaði tí at bjóða Lindu og Fisnik á møti. Men brádliga tók ivin og smædni yvir. “Tey høvdu ikki viljað komið. Harumframt, so hevði tað kravt ov nógv av okkum at komið út higar eftir teimum”, hugsaði hon, og so, uttan at bjóða teimum, fór hon at spáka rundan um vatnið.

Tá hon kom aftur, eini 30 minuttir seinni, vóru mamman og sonurin enn har. Enn einaferð merkti Lisi bardagin innan í sær um at bjóða teimum á møti ella ikki. Hon noyddi seg sjálva at gera tað, tá hon skilti at talan mátti vera um ein andaligan bardaga. Tveir dagar seinni setti Linda seg í samband við hana, og síðani hendan dag hava hon og tveir synir verið á hvørjum møti. Tað tekur eina løtu hjá OM-toyminum at koyra út til bygdina eftir teimum, og tað tekur nógva tíð at hjálpa Fisnik í bilin, men eingin leggur í, at tað krevur eitt sindur eyka.

Uppliva hjarta Guds fyri teimum, ið bera brek

Tá hon hugsar um hendan dagin við vatnið, fylla tárini eyguni á Lisi. Hon lesur úr Sálmi 72, um hvussu Gud kemur teimum til hjálpar, sum kalla á seg og hjálpir teimum treingjandi og teimum, ið lítið hava at týða, teimum, sum ongan hjálparmann hava, tí tey eru dýrabar í eygum Hansara. Ein úr samkomuni segði soleiðis: “Tú helt, at tú leitaði eftir vatninum, men í veruleikanum var tað Gud, sum leitaði eftir Fisnik.”

* nøvnini eru broytt

Prísið Gudi fyri, hvussu hann leiddi Lisi til Fisnik og familjuna. Má Gud leiða OM-toymið og samkomuna til fleiri slíkar familjur, sum kunnu gerast trúgvandi gjøgnum møtini. Mugu hjørtini á øllum, sum koma á møti, vera opin og muga tey geva aftursvar til evangeliið.
Familjan hjá FIsnik hevur nú havt samband við evangeliið og OM-toymi kundi hugsað sær at skipa fyri bíbliutímum heima hjá Fisnik saman við mammuni og grannakonuni og kanska beiggja Fisnik eisini. Biðið fyri grannanum, sum kundi hugsa sær at vita meiri um Jesus, men hvørs familja setir seg ímóti hesum.

Send stuðul til køkin hjá OM Albania

Tú kanst vera við til at stuðla hesi tænastu við at senda stuðul til køkin, sum vónin er at byggja sum skjótast í nýggju hølunum hjá OM Albania. Tú kanst stuðla umvegis boksina niðanfyri ella við at flyta eina upphædd á konto í Betri Banka 9181-426.219.2, viðmerk ‘3 advent’.

Les meiri um virksemi hjá OM Albania her.