3. advent – send stuðul at byggja køk í Albania

Gev gávu  

Fyrr í ár flutti toymi hjá OM í Albania í nýggj hølir. Nýggja missiónsmiðstøðin hevur nógvar menningarmøguleikar, sum kunnu vera við í virkseminum at vaksa ríki Guds í Albania. Nýggju hølini geva góðar karmar at fyrireika albanar til missión. Har eru skrivstovur, eitt rúm til smærri ráðstevnur, gestakamar og møguleiki fyri at hava ein stóran køk. Í løtuni er ætlanin at liðugtgera køkin við øllum tí, sum ein stórur køkur skal innihalda.

Køkur gevur møguleika fyri nýggjum tænastum

Ætlanin við køkinum er at brúka hann til tænastuna, sum OM í Albania hevur millum fólk við serligum tørvi, køkurin skal brúkast til at gera ein máltíð til 40 fólk hvønn  mánadag.

Harumframt er ætlanin at byrja eina nýggja tænastu millum heimleys. Frá juni er vónin at gera eina máltíð til 80 fólk í býnum Durrës hvørja viku, og á henda hátt at royna at náa út til hesi fólk við at nøkta ein fysiskan tørv hjá teimum og eisini at náa út til tey við evangeliinum.

Missiónsmiðstøðin hýsir eisini seminarir, fundir og ymisk tiltøk, har køkurin eisini kemur væl við.

Stuðla arbeiðnum í Albania

Stuðla hesum ætlanum at byggja køk umvegis boksina niðanfyri ella við at flyta eina upphædd á konto í Betri Banka 9181-426.219.2, viðmerk ‘3 advent’.

Latið okkum eisini biðja fyri arbeiðnum í Albania. Albania varð nýliga rakt av jarðskjálvta har fleiri lótu lív og nógvir bygningar vóru lagdir í oyði. Biðið at albanar mugu leita sær til Gud, og at samkoman í Albania má standa saman og náa út við hjálp og vón.