1 ADVENT – P hevur funnið frælsið í Jesusi
Fyrstu vikuna í advent seta vit fokus á menniskjahandil og arbeiði hjá OM í Frankaríki at hjálpa útsettum kvinnum á gøtuni.
Marcel Georgel sigur frá søguni hjá einum av kvinnunum, P, sum tey møttu á gøtuni fyri 4 árum síðani, og sum tey hava kunnað hjálpt. Marcel greiðir soleiðis frá um P:
“Vit hittu P á gøtunum í desember 2015. Eftir at hava tosað við hana, græt hon og segði: “Persónurin, sum eg búgvi saman við, sigur at eg skal gjalda 300 evrir (uml. 2250 kr.) um mánaðin í leigu, 150 evrir (uml. 1125 kr.) um mánaðin fyri mat og so skyldi eg 55.000 evrir (uml. 373.000 kr.) til persónin, sum fekk meg til Evropa.”
Eg anaði ikki, at tað kundi kosta heilar 55.000 evrir.
Einaferð seinni sóðu vit aftur P á gøtuni, hon gekk og mól, og vit hildu, at hon var full. Men hon var faktist útlúgvað av møði. Hon kom inn í bilin at práta, men legði seg niður á baksetrið og svav har í ein tíma, áðrenn vit koyrdu hana heim.
Hon segði okkum, “Persónurin, sum eg búgvi saman við, tvingar meg at verða úti til kl.6 um morgunin og tá eg so komi aftur, skal eg vaska húsið, vaska klæðir og gera mat. Góði Gud! Ger okkurt! Harri! Ger okkurt skjótt.”
Eitt kvøldið fór eg eftir henni við eitt steðgipláss til sporvognin, har stóð hon við sínum kufferti. Hon var akkurát flýdd frá síni “madame” (alfonsur), sum hevði byrgt hana inni og hildið hana óttafulla við at brúka voodoo í nógvar mánaðir. Bardagin var langt frá liðugur, men hetta var eisini ein sigur! Vit bóðu at hon skuldi vera sett heilt frí frá ótta, og at ein loysn skuldi finnast til hennara. “Eg kundi ongantíð havt ímynda mær tað lívið, sum eg fór at hava her”, segði hon okkum.
Kona mín og eg brúktu eina løtu at biðja saman við henni. Hon játtaði syndir sínar og segði frá sær lyftini, sum hon hevði tikið, áðrenn hon kom til Evropa. Broyting var týðulig. Avgerð hennara at fylgja Harranum var sterkari enn óttin fyri illum andum. Hon gav mær eitt lítið kuffert og eina tasku og bað meg blaka tað vekk. Harí vóru klæðir, sum hon hevði brúkt úti á gøtuni um náttina. Vikan eftir gav henni tíð at fáa nýggja styrki.
Eg tók tokið til eitt loyniligt stað, so P kundi vera í einum tryggum staði. Hon er enn eitt sindur nervøs, men týðuliga ein glað kvinna. Hon veit at tíðin har hon fer út á gøtuna hvørja nátt er væl og virðulig yvirstaðin.
P er so errin at tosa franskt við okkum, sum hon nú hevur lært. Hon lesur Bíbliuna regluliga og ger eitt Bíbliustudie saman við eini trúgvandi kvinnu í býnum, sum hon nú býr í. Hon bleiv nýliga doypt. Hon fekk eisini eitt prógv og arbeiðir í eini matstovu. Hon biður okkum halda á at røkka út til gentir á gøtuni, so at aðrar eisini kunnu verða frælsar líka sum hon.
Hetta er ein søga um ein av mongu gentunum, sum vit hava hitt á gøtuni síðani 2009. Gud vísti okkum á hesar gentur aftaná eina tíð í bøn, har vit bóðu Hann vísa okkum vilja Sín fyri okkum. Mál okkara við teimum er hetta: at ganga saman við kvinnuligum ofrum fyri trælahandil í Nantes og aðrastaðni á vegnum til frælsi í Kristusi við at byggja brýr við teimum. Harafturat at stuðla, hjálpa og vera saman við teimum soleiðis at tær gerast kvinnur, sum Gud ynskir tær at vera (Orðtøkini 31:8-9).
Í dag í 13 býum í Frankaríki røkka samkomulimir frá ymiskum samkomum út til hesar kvinnur, sum eru bundnar í menniskjahandli. ‘Frælsisnetverki’ í Frankaríki er byrjað.”
(Frásøgnin er umsett úr enskum.)
Hesa vikuna samla vit stuðul til hetta arbeiði í Nantes. Marcel og Åse eru komin í samband við E, eina aðra kvinnu. Hon er nýliga komin vekk frá gøtuni, og hon býr nú til leigu í eini íbúð. Vit ynskja at hjálpa við samla pengar inn at rinda leigukostnaðin hjá henni nú í nakrar mánaðir, soleiðis at hon kann fóta sær. Les meiri um søguna hjá E her.
Ver við at stuðla beinleiðis umvegis heimasíðuna, ella flyt pengar á konto hjá OM Føroyum í Betri Banka 9181-426.219.2 og viðmerk ‘1 advent’.