1. advent – hjálp kvinnum av gøtuni í Frankaríki

Gev gávu  

Fyrsta advent seta vit fokus á menniskjahandil og arbeiði hjá OM í Frankaríki at hjálpa kvinnum, sum eru bundnar av prostitutión.

Marcel og Åse Georgel hava leitt hetta arbeiði í býnum Nantes í Frankaríki í 10 ár, og føroyingar hava stuðla hesum arbeiði ígjøgnum fleiri ár.

Søgan um E

Eg varð handlað, tá eg var 26 ár av einum manni í bygdini hjá mær, hann lovaði mær og lítla soni mínum eitt betri lív. Eg fór ígjøgnum eina voodoo seremoni, og eg fekk at vita, at eg skuldi gjalda 25.000 evrir (uml. 186.500 kr.). Tá skilti eg ikki veruliga, hvat hetta alt týddi. Eg helt, at eg skuldi arbeiða sum barnagenta, men eg fann útav, at eg skuldi arbeiða á gøtuni sum skøkja. Eg var so bangin fyri voodoo, at eg hevði einki val, og eg gjørdi sum varð sagt. Aftaná tríggjar mánaðir í Italia, flutti eg til París í 2017, men eg bleiv sera sjúk, og eg avgjørdi at steðga sambandinum við alfonsin. Eg flýddi til Nantes, og alfonsurin royndi at leggja trýst á meg, men eg avgjørdi ikki at venda aftur til gøtuna. Men av tí at eg ikki kundi gjalda mína húsaleigu meiri, kontaktaði eg pastor Marcel, sum hjálpir kvinnum út úr prostitutión, og hann fann eina lítla íbúð til mín. Eg royni nú at orna míni pappír, og eg vóni at kunna fara í skúla og arbeiða á eini matstovu.

Arbeiði hjá Marcel og Åse

Marcel og Åse hjálpa í løtuni E við at gjalda húsaleigu, og hetta pengar samlaðir inn til hesa verkætlan fara til.
Tey uppliva, at kvinnur sum eru komnar í trygt umhvørvi, hava størri longsul eftir at kenna Gud. Nógvar kvinnur hava givið sítt lív til Kristus ella endurnýggja sítt forhold við Kristus sum Frelsara og Harra. Nakrar hava vitnað og eru doyptar. Tey biðja Harran um hjálp at vísa teimum hvørji evni tey skulu undirvísa teimum í út frá teimum umstøðunum, sum tær koma frá. Og ynski er eisini at bera frukt í hjørtunum á teimum persónum, sum tey møta ígjøgnum hesa tænastu, persónar sum liva uttan Gud.

Stuðla hesi tænastu

Um tú ynskir at stuðla hesi tænastu kanst tú brúka boksina niðanfyri, ella tú kanst flyta eina upphædd á konto í Betri Banka 9181-426.219.2 viðmerk ‘1 advent’.

Um fleiri pengar, enn teir sum tørvur er á til leiguna, verða samlaðir inn, verður restin brúkt til annað virksemi hjá hesi tænastu í Nantes.

Latið okkum eisini biðja fyri Marcel og Åse og toyminum í Nantes, fyri verju og fyri ávøkst í arbeiðnum.