2. august 2018

Ytst av Skálafjørðinum á TeenStreet

Tá ið stóra løtan er av í Main hall uml. Kl. 10.45, so gongur ein løta, og so er friður á økinum, tí at kl. 11 er SHHH time. Nú er kvirt í ein hálvan tíma. Kl. 11.45 hittast so liðini saman við leiðara sínum, har tey hava andakt og samtala um evnið, sum hevur verið frammið fyrr um morgunin.

Hesa løtuna haldi eg, at tað er spennandi at ganga runt á økinum. Alla staðir – bæði inni og úti – sært tú hesi ungu hava sett sett seg saman, og allastaðni hoyrir tú hetta surri av friðarligum práti. Tú hoyrir øll møgulig mál: Týskt, franskt, enskt, finskt, svenskt osfr., osfr. – og so sjálvandi eisini føroyskt.

Í einum króki í einum skugga uttanfyri gangi eg meg fram á eitt føroyskt lið við 6 fittum ungum dreingum og leiðara teirra Ólavi Jóannesarson Hansen. Eg sleppi at órógva teir eitt lítið sindur, og teir siga fyri mær, at teir eru allir samlir av Skálafjørðinum –  av Toftum, Saltnesi og Nesi. Ólavur er eisini upprunaliga av Skálafjørðinum – úr Saltangará, men er nú búsitandi og giftur í Havn.

Dreingjunum dáma sera væl her á Teenstreet, og eins og tey flestu onnur, eg spyrji, so dáma teimum væl Thone Room, – tað er lovsangsløtan um kvøldið. Annars siga teir at alt er super gott. Teir framhevja eisini seinu løtuna um kvøldið, nevnd “Net 3”, har teir í frið og náðum sita saman og tosa. Her taka teir samanum dagin og kunnu so eisini lufta ymiskar persónligar tankar fyri hvørjum øðrum.

Til seinast spyrji eg teir, um teir hava verið ein túr niðri býnum? Jú, siga teir allir við ein munn. Og so spyrji eg meira soleiðis til stuttleika – tí eg vænti faktiskt at fáa eitt noktandi svar – um teir hava verið inn í Hennes og Maurizt, men teir líkasum yvirraska hendan gamla. Jú, teir hava allir samlir verið har. Og eg, sum trúði, at tað bara vóru gentur, sum komu á slík støð! 😊

Skrivað: Eyðun á Lakjuni