Vit merkja at Gud er við okkum
TiM-toymið í Albania fæst eisini nógv við barnaarbeiði.
– Vit hava hagartill havt 3 barnaprogram fyri børn í aldrinum fýra til sekstan ár. Vit hava havt eitt orð, drama og gjørt ymiskt kreativt saman vid teimum. Leygardagin vóru vit á strondini við børnunum. Tað var skeg at síggja, hvussu tey hugnaðu sær, skrivar toymið.
– Eitt kvøldið høvdu vit dreingja- og gentukvøld við teimum eldru børnunum, og tað var sera væleydnað. Vit hava eisini verið á húsavitjan hjá børnum, sum hava verið á barnatiltøkunum, og har hava vit biðið saman við foreldrunum og vælsignað tey. Man kann ikki lata vera við at nevna veðrið, Tað eru umleið 30 hitastig her, og njóta vit hitan (fyri tað mesta).
– Tað gongur avbera væl hjá okkum í Albania. Vit tæna einum deiligum fólkaslagi her, og vit vera væl móttikin allastaðni vit koma.
– Vit takka fyri tykkara bønir. Vit merkja, at Gud er við í tí vit gera, og at hann styrkir okkum. Øll eru frísk (eitt sindur sólbrend í dag #føroyingardugaikkiatbrukasólkrem) og tað er ein deiligur einleiki í toyminum. Vit biðja Guds signing yvir tykkum og vóna, at tit fáa nakrar góðar sól-dagar har heima. Klem.