Vit arbeiða við at skipa TeenStreet Life í Føroyum í summar- kom og tak lut!
TeenStreet verður sum kunnugt øðrvísi í ár. TeenStreet Life verður online 4.-8. august og er opið fyri øllum, sum melda til. Tilmeldingin byrjar 15. juni – fylgið við á teenstreet.fo
Teams-fundur verður hóskvøldið 11. juni kl. 20 um ætlanirnar við TeenStreet Life í Føroyum í summar, og hvussu samkomur kunnu taka lut í TeenStreet Life í summar. (Tað ber væl til at vera við umvegis browsara uttan teams-brúkara.) Send okkum ein teldupost á info.fo@om.org og vit senda tær leinkjuna til Teams-fundin.
Talan er um ein óbindandi fund, og høvi verður at spyrja spurningar.
Ein rúgva av fólki kring allan heimin – bæði vaksin og ikki minst tannáringar (sum jú er tey, TeenStreet er til!) – hava saman arbeitt ágrýtin seinastu vikurnar fyri at fáa hetta at gerast veruleika og tryggja sær, at kjarnuøkini í TeenStreet eru við. Vit eru ordiliga spent at royna nýggja netpallin og vóna inniliga, at tit eru forvitin og fús at vera við.
Endamálið við TeenStreet er at styrkja ung í trúnni og menna teirra vinalag við Jesus, so tey
betur endurspegla Hann í teirra gerandisdegi. Hetta verður gjørt soleiðis, at ein bólkur við 5-7 gentum ella dreingjum hava ein leiðara, sum er teirra vaksni vinur gjøgnum leguna – og gjarna longur!
Samkomur hava møguleika at vera við at gera lið og at skipa legur ella tiltøk hesar dagar. Netpallurin er um at taka skap, og nú bjóða vit ungdómsleiðarar, samkomuleiðarar og øðrum sum vilja vera við at hoyra meira um møguleikan at nýta hetta í samkomunum. Vit vóna, at vit síggjast til Teams-fundin í morgin hósdagin 11. juni kl.20.
https://youtu.be/IaUZMbl7vG8