22. juni 2021

Vilt tú hjálpa okkum at spreiða TeenStreet um allan heimin?

Hesa vikuna skipar OM Føroyar fyri stuðulsviku, har føroyingar hava møguleika at stuðla TeenStreet í øðrum londum.

Seinastu árini hava hundraðtals føroyingar hvørt ár notið gott av TeenStreetleguni í Týsklandi. Nú ynskja vit at geva tannáringum í øðrum londum sama møguleika at læra Jesus betur at kenna og møta øðrum trúgvandi.

Stuðulin, sum verður samlaður inn í Føroyum hesa vikuna, fer serliga til Kina, Rusland, Zambia, miðeystur og Norðurafrika og Andesøkið.

Málið er at samla uml. 750.000 kr í Føroyum, so TeenStreet-legur kunnu haldast í hesum londum.

 

Stuðul kann flytast á kontu nr. 9181 – 426.219.2, viðmerk “TeenStreet útland”.

 

Mánamorgunin vóru Ewout van Oosten úr TeenStreet International, Margareth Dalheim Djurhuus úr TeenStreet Evropa og Danjal av Rana úr OM Føroyum gestir í sendingini Stuttbylgjan á Lindini. Leinkja til sendingina er her.