Vilja hava líka nógv á TeenStreet sum føroyingar
Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.
OM í Finlandi er eisini ein stórur felagsskapur í norðurlendskum OM-høpi. Skrivstovan hjá teimum er í Tampere, har tað starvast eini fimm – seks fólk dagliga.
OM í Finlandi hevur, eins og OM í Svøríki, eisini lagt seg nógv eftir at virka millum tilflytararnar. Eitt av málunum hjá teimum fyri 2025 er at seta nýggjar fleirtjóða samkomur á stovn í Finlandi.
OM Finland nýtir nógv ítrótt og list fyri at náa út til bæði tilflytarar og finnar sjálvar. Um allan heimin, hevur ítróttur hevur víst seg at vera eitt sera gott amboð at fáa samband við fólk og síðani at luta evangeliið við tey.
Endamálsorðingin hjá OM tosar um at byrja nýggjar bólkar av fólkum, sum fylgja Jesusi og í árliga yvirlitinum hjá OM um hesar bólkar, sæst týðiliga, at nógv teir flestu av hesum byrja við at sambandið er knýtt gjøgnum ítrótt. Allarhelst munnu nógvir føroyingar eisini kenna til løtuna, tá man situr og prátar aftan á at hava íðkað saman. Hetta er løtan, tá trúboðararnir nýta høvi at skapa djúpa sambandið við fólk, sum gevur høvi at siga teimum um Jesus.
Nýggi landsleiðarin hjá OM í Finlandi, Perttu Laaksonen, viðgongur púra opið, at hann eitt sindur øvundsjúkur inn á OM Føroyar, tá hann sær allar teir føroysku tannáringarnar á TeenStreet.
– Tað er eingin ivi um, at TeenStreet er ein stór signing fyri ungdómin og samkomurnar, bæði í Føroyum og í Finnlandi. Komandi árið fara vit at styrkja um arbeiðið við TeenStreet her í Finlandi og vónin er at senda enn fleiri finnar á leguna í Týsklandi næsta ár, og at hetta skal verða til ríka signing fyri kirkjur og samkomur í Finnlandi, sigur Perttu Laaksonen.
Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.