27. februar 2019

Vaktarskifti á OM

Tað er við gleði, at vit kunnu siga frá, at Danjal av Rana fer at taka við sum dagligur leiðari hjá OM Føroyum. Hann tekur við eftir Jóhan Petur Johannesen, sum hevur verið leiðari síðani 2016.

Danjal byrjar í starvi hjá OM 1. apríl og verður innsettur sum leiðari á aðalfundinum 29. apríl.

Hann hevur drúgvar royndir í trúboðarayrki, bæði sum trúboðari og innan trúboðaraumsiting. Hann hevur virkað sum trúboðari í Frankaríki og Kroatia.

Fyrstu tíðina virkar Danjal saman við Jóhan Peturi, sum heldur fram í starvi í OM til 1. juli.