Vælkomin á ársfund hjá OM
Sigið millum fólkini frá heiður Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara! Tí HARRIN er stórur og hálovaður; øgiligur er Hann yvir øllum gudum.
– Sálmur 96:3
Hetta er kjarnan í tí, sum vit gera í trúboðan – at bera boðskapin um dýrd Harrans og gerðir Hansara til allar endar jarðarinnar. Boðskapurin um Jesus ber vón til tey vónleysu, grøðir tey sundurbrotnu og ber frelsu til tey fortaptu. Gjøgnum missión møta menniskju umbroytandi kraftina í kærleika Guds og uppliva Hansara náði og góðsku.
Vit fegnast um aftur at kunna bjóða til ársfund hjá OM í Føroyum, hesaferð í Klaksvík, og gleðast um, at Jóhannis Mortensen í ár fer at greiða frá arbeiðinum í Frankaríki.
Umframt hetta fer kvinnukórið Suð at syngja.
Vit bjóða tær og tínum tí vælkomnum á ársfund hjá OM.