Vælkomin á aðalfund
Góðu limir,
So er aftur tíð til
Aðalfund hjá OM-Føroyar
mánakvøldið 16. apríl kl. 19.30
í Musikskúlanum (Gamli Skúli),
Skúlabrekka 4 í Sørvági.
Hetta er ein fundur fyri limir okkara, og tað er eisini møguligt hjá nýggjum limum at koma og tekna seg sum lim hetta kvøldið.
Á aðalfundinum greiðir formaðurin Absalon Áargarð frá farna ári og roknskapurin verður eisini framlagdur. Harafturat fara nøkur ung at siga frá teirra upplivingum við OM seinasta árið og ein bønaløta verður eisini á skránni.
Vit enda við hugnaligari samveru við kaffi og onkrum søtum … og møguliga verður eisini okkurt “surprise” á fundinum.
Vit vilja nýta høvið at takka fyri, at tú ert limur í OM Føroyar. Hetta er sera eggjandi og motiverandi og ein góð hjálp í OM-arbeiðinum.
Takk fyri og Harrans signing.
Vinarliga heilsan
Jóhan Petur Johannesen – dagligur leiðari
Absalon Áargarð – nevndarformaður