2. november 2014

Úr Miðeystri til Føroyar

Síðst í november vitjar 27 ára gamli Jósef (av trygdarávum er navnið broytt á netinum) í Føroyum og kemur at hava møtir ymsa staðir runt í landinum. Jósef er úr Svøriki, men hevur síðstu árini arbeitt fyri OM í Miðeystri.

Skráin fyri møtini er:

Hósdagin 20. november kl. 21
Ungdómsmøti í Betesda í Klaksvík

Fríggjadagin 21. november kl. 21.00
Ungdómsmøti í Missiónshúsinum á Glyvrum

Leygardagin 22. november kl. 15-18
Skeið í Nebo, har hann fer at greiða frá Islam og støðuni í Miðeystri. Nátturði verður at fáa. Skeiðið er ókeypis, men tó verður høvi at geva eina gávu til arbeiðið hjá OM.

 

Leygardagin 22. november kl. 21.00
Change ungdómsmøti í Nebo á Toftum

Sunnudagin 23. november kl. 11.00
Guðstænasta í Oasuni í Hoyvík

Sunnudagin 23. november kl. 18.00
Møti í Meinigheitshúsinum í Havn

Sunnudagin 23. november kl. 21.00
Hugnaløta í Oasuni fyri tey, sum vísa Transform og Miðeystur áhuga

Niðanfyri er ein grein úr blogginum hjá Jósef. Um tú ynskir at lesa meira, ber til at fara inn á bloggin her:

http://www.omsverige.se/just-nu/blogg/josef-i-irak

 

Bloggurin frá 26. oktober:

“Uttan Jesus var eg deyður”

 

“Um eg ikki hevði møtt Jesusi, so var eg deyður í dag, tað kann eg lova”

Vit sita í stovuni hjá einum pastori, og hann fortelur um hvussu Jesus kom til hann í einum dreymi. Tá var hann 30 ára gamal, hevði livað eitt hart lív sum foreldraleysur, og eitt av 12 systkjum, og har afturat hevði hann tænt í herinum í 10 ár. Í dag er hann pastorur í samkomuni, ið vit arbeiða saman við í norður Irak.

Í dreyminum, sum hann fortelur frá, var Jesus stórur og nágreiniliga lýstur, og talaði um dóm, fyrigeving og hvussu vakur og heilagur okkara Harri er.

“Eg vaknaði av at eg datt úr songini men eg vildi aftur til dreymin, og vera hjá Jesusi. Mín koddi var vátur av tárum og eg visti at Hann rørdi við mítt hjarta.

Næsta dagin var ein byrða, sum eg hevði haft á mær alt mítt lív, burtur av mínum herðum, og sólskins strálurnar kendust vakrari fyri mær enn nakrantíð.

Tann mánaðin komu tólv menniskju til trúgv á Kristus, gjøgnum vitnisburðin um hvussu Jesus møtti mær.”

Eg haldi at eg síggi ein djúpan longsul og kærleika til menniskju í hansara brúnu eygum. Hansara orð eru eldhugað, og sjálvt um hann hevur fortalt hendan vitnisburðin hundraðtals ferðir, so talar hann sum um tað var fyrstu ferð.

Eg vil eisini kunna sita her, 30 ár seinni, og vitna um mín elskaða Jesus, við sama eldhuga og longsli í mínum hjarta!

Pastorurin sigur:

“Ein dag skulu vit vera við Honum í himli, men nú skulu vit liva hvønn dag til Hansara æru.”