Úr Albania á TeenStreet
Ikki allir føroyingarnir her á TeenStreet koma beinleiðis úr Føroyum. Seinnapartin í gjár varð eg sendur til Bremen eftir trimum føroyskum gentum, Ronju Erlingsdóttir Høgnesen, Ronju Steinberg og Mary Olsen, sum komu hagar við flogfari úr Istanbul. Tær høvdu fyrst flogið úr Tirana í Albania til Istanbul og komu so haðani til Bremen.
Genturnar fóru saman við 7 øðrum føroyskum ungdómum og leiðarum teirra, Anitu og Oddmari Tausen av Toftun úr Føroyum fyri umleið tveimum vikum síðani við tí endamáli at fara til Albania at virka millum albansk sigoynarabørn. Tað er felagsskapurin Teens In Mission – stytt TIM, sum eins og TeenStreet er ein deild undir OM, ið stendur aftanfyri hetta.
Myndina omanfyri tók eg av teimum júst eftir at tær vóru lendar á flogvøllinum í Bremen.
Í bilinum heim til Oldenburgar hava tær nógv at fortelja frá. Tær siga fyri mær, at fyrst av øllum vóru tey vegnað óregluliga flúgving úr Føroyum seinkað í útvið 2 samdøgur. Tað, er tað, sum kann henda, tá ið tú býrt í Føroyum. Tá ið tey langt um leingi eru komin allan tann langa vegin til Albania, er viðførið teirra ikki við. Hetta kom, sum vera man, illa við, og tey vóru so noydd at keypa tað mest neyðturviligasta, so sum tannbust, sápu og eitt sindur av klæðum. Tær siga eisini fyri mær, at tað undarliga er, at viðførið enn ikki er komið vegin fram.
Uppgávan hjá hesum ungu hevur sum sagt verið at virka og gera hjálpararbeiði millum sigoynarabørn. Høvuðsendamálið er at boða gleðiboðskapin. Tey vóru knýtt at eini kirkju í lítla býnum, tey vóru í – og hetta var eisini teirra bústaður. Um morgnarnar høvdu tey tað, tey kallaðu “Kids program”. Tá komu børn í øllum aldri í kirkjuna, har føroyingarnir so m.a. sungu og spældu saman við teimum. Nakrar ferðir fingu tey eisini høvi at fara á húsavitjan. Tær siga fyri mær, at nógvastaðni var sera fátæksligt, men hóast hetta tyktust fólk glað og vóru harafturat sera blíð og fyrikomandi.
Nú vit nærkast vit Oldenburg, leggja tær afturat, at túrurin hevur verið sera læriríkur á allan hátt, og ikki minst rósa tær leiðaraparinum Anitu og Oddmari.
Nú gleða tær seg til tryggar og góðar umstøður her á TeenStreet og síggja fram til eina super viku saman við nógvum øðrum trúgvandi í teirra aldri.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni