23. oktober 2017

Uppvaskari av Guðs náði

Í ápostlasøguni kapitul 1 vers 8  sigur Jesus við okkum, sum eru hansara lærusveinar, at vit skulu út til ytstu endamørk á jørðini. Og hann sendir okkum ikki út við hvørjum sum helst. Hann sendir okkum út at vera vitnir um tann upprisna frelsaran. Vitnisburðin um hann sum vann sigur á djevli, deyða og synd.

Í dag kunnu vit gleðast um at okkara forfedrar ikki lógu á boðunum, men teir bóru gleðiboðini til okkum føroyingar, sum liva á ytstu endamørkum á jørðini. Men teir sum gingu undan okkum góvu okkum eisini gleðiboðar-stafettina, og nú er tað okkara túrur at fara út við navninum yvir øllum nøvnum. Við vitnisburðinum um Jesus Kristus.

Av Guðs náði slapp eg ein túr við Logos Hope í tríggjar mánaðir í summar. Hetta skipið, sum allir føroyingar kenna so væl sum gamla Norrøna er eitt deiligt skip, sum verður brúkt til Guðs æru. Tað er áhugavert at síggja, at har sum bilar fyrr stóðu, er nú blivi til eina bókasølu og møtisal. Har tað fyrr var drukkið alkohol verður nú sungið lovsongur, har kiosk var, fyrireika fólk seg til at fara út í tænastu, og har sum tað fyrr var etin fínur matur verður nú tosa um Jesus.

Tá man fór umborð, hevði man eina hugsan av hvussu ting mundu vera, men Harrin hevur tað fyri at yvirraska okkum, og tað gjørdi hann so dyggiliga við meg.  Man hevði vænta at man skuldi finna tað heilt stóru trúðarlæruna fram. Men sannheitin var ein heilt annar. Man lærdi um hvussu máttmikil tann simpli vitnisburðurin um Jesus er, og um hvussu væl fólk dáma at lurta tá man fortelur teimum um hvat Jesus hevur gjørt í lívinum hjá sær. Og tað er eisini hetta, sum gevur vón í lívið hjá menniskjum. Menniskju sum ikki síggja nakra vón, finna nýggja vón í Jesusi. Tí tað er bara í Jesusi at vit finna fullkomnan kærleika, gleði, frið, vón og ikki minst frelsuna.

Eg hevði vónað at sloppi at arbeitt millum fólk hvønn dag, men Harrin koyrdi meg í uppvaski, og tað eri eg sera glaður fyri tann dag í dag. Sjálvt teir dagar tá stáplarnir av tallerkum stóðu sum fjøll rundanum meg, og tað vóru hundradavís av knívum, gaflum og skeiðum at vaska, so var tað fantastiskt at kunna fara inn til Harran í lovsongi, bøn og tilbiðjan. Og hetta er nakað, sum vit ikki geva okkum stundir til í okkara samfelagið, har øll eru so upptikin. Vit hava ikki tíð til at vera saman við Guði í bøn. Men aftaná  tríggjar mánaðir í bøn og uppvaski kann eg bara gleðast um nógvar fantastiskar løtur, har man hevur haft stundir at nevnt alt fyri Jesusi, og lati Hann tosa við seg.

Áðrenn eg fór avstað, var man altíð upptikin av at tala, fyrireika legur og møtir, og til tíðir hevði man so nógv um oyrini, at man ikki orkaði at vera í bøn, og tað er eitt greitt tekin at man eigur at steðga á og fara inn til Hann sum gevur okkum styrki til at tæna hvønn dag. Sjálvur sá man tað ikki, og tað var eisini so spennandi at vera partur av eini tænastu, sum vaks skjótt sum hendan eg var partur av, gjørdi. Men Harrin sá, og Hann hevur umsorgan fyri sínum børnum og tænarum. So Hann tók sær av mær og seti meg umborð á Logos Hope at tæna. Bæði tí Hann ynskti at brúka meg har, og tí Hann sá at eg hevði brúk fyri at fáa luft. Tí kann eg í dag siga ,at eg havi verið uppvaskari av Guðs náði.

Men akurskurðurin er stórur og arbeiðsmenninir fáir, og tí mugu vit biðja Guð um arbeiðarar, men vit mugu eisini uppmuntra hvønn annan at fara avstað, tí allastaðni er brúk fyri fleiri hondum, sum vilja tæna og hjálpa til. Tí er tað so alneyðugt at vit tráðspyrja Guð um fleiri tænarar, og vit stuðla hvørjum øðrum í teimum ymsu tænastunum.

Vit mugu tora at geva til tey, sum røkka út til tey, sum vit ikki røkka til, og so mugu vit eisini tora at siga sum Jesaja profetur sigur tá Harrin kallar. Hann segði: “Her eri eg, send meg.”

Eftir eina slíka ferð situr man eftir við nógvum tankum allar vegir, men tey bestu minnini eru tær løtur, tá man hevur tosa við menniskju um Jesus. Tá man er sloppin at biðja saman við fólkum, og tá man hevur sæð Harran opna eyguni á blindum, sum síggja frelsaran fyri fyrstu ferð. Tað er einki størri undur enn hetta. Harrin kundið gjørt alt hetta sjalvur, men nú velur hann okkum til at fara út við gleðiboðunum. Hann ynskir at vit skulu vera við á ferðini tá Hann virkar hesi stóru undur í menniskjalívum, og tá Hann ger tað gjøgnum okkara hendur og munn. Tað er eingin størri framíhjárættur til í hesum lívinum enn at síggja heimsins skapara bjarga einari glataði sál.

Fólk spyrja meg ofta um hvat hendir nú, og einasta svar eg kann geva, er at tað má Harrin vísa. Tí Hann veit hvørja ætlan Hann hevur fyri hvønn eisntakan av okkum. Tað einasta sum er sikkurt, tað er at tað er ein spennandi ferð, har Hann setir dagskránna. Men tora vit at spyrja Hann? Svarið sum hann gevur kann føra okkum út úr okkara trygdarsonu. Men tað sum er so deiligt at vita, er at hann er við okkum á ferðini, og tí hava vit einki at óttast fyri. Sjálvandi møta við óhugnaligum støðum, men tá vit halda í hansara hond, so er leiðin trygg, tí hon førir beint inn í ævinleikan. Tað var onkur støða hjá okkum á Jamaika har man ikki føldi sg tryggan, men hinvegin føldi man í yvirflóð av Guðs friði, og tá kundi man av sonnum siga, at Hansara friður, er friður sum ber av øllum viti.

Tá man er vanur at standa á talarastólinum, kann tað tykjast løgið at enda í uppvaskinum, men man lærdi at tað er eingin tænasta størri enn nøkur onnur. Harrin hevur stýr á støðuni, og til tíðir setir Hann okkum í støður, har vit vera boygd. Einglarnir (Vaskifólkini) umborð á skipinum søgdu at um tú ikki kanst vaska eina vesikummu, so skalt tú heldur ikki stilla teg á talarastólin. Og tað er djúpur vísdómur í hesum. Tí tað handlar ikki um status, pengar, útbúgving ella meiningar tá tú arbeðir í Guðs víngarði. Tað handlar bara um ta tænandi hjarta. So hvønn dag mugu vit boyggja okkara knø og hjørtu fyri honum, sum eigur víngarðin, og spyrja Harra okkara hvar og hvussu vit skulu tæna. Hann hevur eina stóra ætlan, men vilja vit sum eru hansara likam tæna honum. Vilja hansara føtur fara, hansara hendur lyfta og hjálpa, og vil hansara muður tala. Vilja vit, hansara fólk siga: “ Her eri eg, send meg”

– Jonleif Danielsen