Tveir føroyingar umborð á skipunum
Í løtuni eru tveir føroyingar umborð á skipum okkara, ein á Logos Hope og ein á Doulos Hope.
Fyrst í januar fór Elsa í Skorini úr Leirvík umborð á Logos Hope. Hon tók longu leiðina yvir til Port of Spain í Trinidad og Tobago, har Logos Hope liggur í løtuni. Elsa skal vera umborð í tríggjar mánaðir.
Hon byrjaði túrin í Port of Spain í Trinidad og Tobago. Næstu mánaðirnar fer hon at vitja Vieux Fort í Santa Lucia, St. George í Grenada, Oranjenstad í Aruba og at enda Willemstad í Curacao.
Minnist til Elsu og Logos Hope í bønum tykkara.
Mitt í januar fór Ragnar Mouritsen úr Hoyvík til Kaohsiung í Taiwan, har Doulos Hope bíðaði. Stórur tørvur er á skipsførarum og maskinmonnum til skipini, so Ragnar var spurdur um hann kundi avloysa í tríggjar vikur umborð. Hann hevur so ført skipið úr Kaohsiung upp til Hua Lian Shi og verður umborð nakrar dagar afturat, áðrenn hann skal møta aftur til arbeiðis.
Biðið eisini fyri Ragnari og Doulos Hope.