1. august 2023

Tulking á TeenStreet

Øll tala frá pallinum verður tulkað til flestu málini, ið eru umboðað á leguni. Aftanfyri pallin sita umsetararnir í smáum klivum og tulka. Tað verður simultan tulkað, og tað merkir, at ikki verður steðga á hjá tí, ið talar, so tað ræður um hjá umstarunum at lurta eftir næsta setningi meðan tey tosa setningin framanundan.

Talað verður á enskum á pallinum, og so verður umsett til franskt, portugisiskt, danskt, italskt, hollanskt, finskt, ukrainskt, føroyskt, spanskt og týskt.

Í føroyska klivanum situr – sum tit síggja – Beinta Vang, hon hevur eisini ein avloysara, Hannu Vang, sum hevði frí í morgun.

Luttakararnir hava downloadað eina app á telefonina, sum síðani finnur tulkingina, tey hava brúk fyri.