28. mai 2019

Tú møtir nógvum avbjóðingum umborð á Logos Hope

Elsa Steinberg Joensen úr Klaksvík var við Logos Hope frá 2016 til 2018 í tilsamans 21 mánaðir. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fekk eitt prát við hana, meðan hon stóð á básinum hjá OM Føroyum á Atlantic Fair í Klaksvík.

– Eg arbeiddi í køkinum og í uppvaskinum. Eg vaskaði upp átta tímar um dagin í eina tíð, greiddi hon frá. Seinni fekk hon ábyrgd av at skipa fyri borðseting, tá gestir komu umborð at vitja skipið.

Meðan Elsa Steinberg Joensen var umborð, sigldi skipið í Afrika, Evropa og í Karibiska havinum.
– Eg fór umborð á skipið í Tansania og sigldi við til Mosambik og Suðurafrika, har eg fór í land. So fór eg umborð aftur á skipið í Gana á vesturstrondini, sigldi til Kap Verdeoyggjarnar, Gran Canaria og Evropa, og síðani tvørtur um Atlantshavið til Karibiska havið. Har sigldu vit í eitt ár, áðrenn vit fóru til Kolumbia, har eg fór í land aftur, sigur hon.

Tað eru um 400 fólk við skipinum, so ein hittir nógv ymisk menniskju. Hóast hetta var tað ongantíð ein trupulleiki við samskiftinum.
– Øll tosa eitt sindur av enskum, og vit úr norðurlondum eru millum tey, sum duga best enskt í slíkum høpi, hóast vit ofta halda okkum ikki duga so væl, sigur hon.

Elsa Steinberg Joensen ivast ikki í at viðmæla øðrum at fara við Logos Hope.
– Um ein er ungur, júst liðugur úr skúla til dømis, so vil eg viðmæla at fara út í tríggjar mánaðir fyrst, sum eg gjørdi. Men um ein er tilreiðar at taka stigið, so kann man binda seg í eitt ella tvey ár, sigur hon.

Unga klaksvíkskvinnan sigur, at hon lærdi sera nógv um tað at tæna umborð á skipinum.
– Ein verður veruliga trýstur út úr sínum trygga skali, úr síni “comfort zone”. Tað merkir man sera væl. Ein fær møguleika at arbeiða við øllum møguligum, ikki bara barnaarbeiði ella at hava møti, sigur hon.

Um tú heldur, at hetta ljóðar spennandi, les so meiri her: https://www.om.fo/tak-lut/logos-hope/