TS reunion 2016
TeenStreet Reunion er altíð ein dagur, sum vit gleða okkum nógv til. Hetta er dagurin, har vit møta øllum aftur, bæði tannáringum, leiðarum, M&M’arum og øllum øðrum hjálparfólkum, sum koma. Hetta er dagurin, har tannáringarnir møtast aftur við sínum liði og sínum leiðara. Hetta er dagurin, har vit, við hjálp frá nógvum fantastiskum fólkum, kunnu vera við til at uppmuntra og byggja víðari á tað, sum vit hava hoyrt og lært á TeenStreet í summar.
Reunion var hildið 1. oktober í Nebo. Eini 230 tannáringar, leiðarar og onnur hjálparfólk møttu til dagin, sum var skipaður sum ein vanligur styttur TeenStreet dagur.
Dagurin byrjaði við einum bíbliutíma, sum Hanna Heinesen hevði. Evnið frá í summar – LÍV – var eisini evnið til bíbliutíman. Hanna bygdi læruna upp út frá sanginum Beauty hjá Andrew Berghamar, sum SALT framførir á fløguni “Try Again”.
Eftir bíbliutíman var shh-løta og Spennandi Ferðin, sum er andaktin, tannáringarnir hava saman við leiðaranum og liðnum. Til interact-løtuna, sum er heitið á fríløtuni á TeenStreet, kundu tannáringarnir velja ímillum trý ymisk seminar, eitt workshop, outreach og ítrótt. Tey kundu sjálvandi eisini bara hugna sær og práta saman.
Húsið hjá Nebo er rímiliga nýtt, men tað er ikki vanligt, at so nógv húsast í Nebo ein heilan dag, og vit vóru ikki sørt spent at vita, hvussu tað fór at ganga at geva øllum døgurða. Hetta gekk tó sera væl. Í køkinum stákaðust bæði fólk úr Nebo og nøkur av teimum, sum gjørdu mat ella hjálptu til annars í summar, og alt gekk sera, sera væl – nógv betur, enn vit tordu at vóna.
Throne Room var seinni um kvøldið, har Tom Jacobsen frá City Church talaði, og vit sungu nógvan lovsang saman. ThroneRoom var alment og eini 300 fólk vóru við til tiltakið.
Alt í alt var dagurin sera væl eydnaður, og vit gleddust um, at vit fingu møguleikan at samla tannáringarnar aftur og kundu geva teimum eitt sindur av LÍV í oktober.