13. juli 2017

Trygdin á Teenstreet 2017

 

Teenstreet nærkast og vit gleða okkum at síggja fleiri enn 4000 fólk allastaðni frá um nakrar fáar vikur.

Vit vita, at tá so nógvir tannáringar og so nógv vaksin ferðast til TeenStreet og skulu vera á TeenStreet, eru fleiri, sum stúra fyri trygdini, tá ið vit hugsa um yvirgangsatsóknirnar, sum hava verið í Europa.
Tað er náttúrligt at hugsa soleiðis. Á TeenStreet hugsa vit sera nógv um trygdina og gera alt, sum stendur í okkara makt, fyri at trygdin skal vera í lagi.
Hetta er eitt kunningarskriv, har vit greiða frá trygdartiltøkunum á TeenStreet.

– TeenStreet er eitt lukkað øki. Tað ber bara til hjá teimum, sum hava teknað seg og eru góðtikin at vera á TeenStreet, at sleppa inn. Tí er tað sera umráðandi, at øll hava sítt TS-skelti og armband, sum prógv um, at tey hoyra til á TeenStreet.
– Vit hava eitt Security Team, sum tekur sær av trygdini á TeenStreet økinum og rundanum. Leiðarin fyri Security er ein sera væl útbúgvin løgreglumaður, sum hevur nógvar royndir viðvíkjandi trygd. Vit eru heppin at hava hann og eisini onnur serkøn fólk, sum sjálvboðin leiða Security Team. Hetta ger, at TeenStreet er eitt tryggari stað enn nógv onnur. Leiðslan fyri Security Team samstarvar eisini við myndugleikarnar á staðnum.
– Skuldi ein neyðstøða tikið seg upp, er eitt Emergency Team klárt, sum hevur arbeitt við einari neyðstøðuætlan.
– Allir leiðarar verða kunnaðir um, hvat teir skulu gera, um onkur neyðstøða skuldi tikið seg upp.
– Sjálvt um TeenStreet savnar nógv ung fólk, er tað ikki eitt væl kent tiltak, og tískil ikki serliga útsett sum eitt mál fyri yvirgang.

Sjálvt um vit ongantíð kunnu lova 100 % trygd, eru vit sera tilvitað um at gera alt, sum er í okkara makt, at tryggja, at tað er bæði trygt og gott at vera á TeenStreet!
Vit vóna at hesar fáu reglur gera, at tú kennir teg tryggan at senda fólk á TeenStreet. Vit virðismeta títt álit, og eisini tínar bønir fyri TeenStreet 2017.
Evnið “RIMMARFAST”, sum lýsir Gud, er meir viðkomandi nú enn nakrantíð í hesum heimi, sum vit liva í!!

Ger van Veen, leiðari fyri TeenStreet í Europa, vegna leiðslutoymi í TeenStreet Europa