Tróndheim familjan tænir á Logos Hope
Olivia og Bogi Tróndheim, saman við børnum teirra, Fríði og Karita, fóru stutt áðrenn jól umborð á Logos Hope yviri í Karibisku oyggjunum.
Tey vóru glað at koma umborð á Logos Hope aftaná eina langa ferð yvir fleiri dagar. Ferðin yvir gekk væl og børnini kláraðu tað eisini væl. Fyrstu dagarnir umborð vóru tey øll sera móð, men manningin tók væl ímóti teimum og vóru sera blíð.
Bogi er útbúgvin maskinmaður, og hann er byrjaður at arbeiða í maskinrúminum umborð. At hava útbúnar maskinmenn at arbeiða í maskinrúminum er ein áhaldandi tørvur umborð á Logos Hope.
Olivia tekur sær av børnunum, sum eru follin væl til. Fríði gleddi seg nógv at byrja í skúla umborð hesa vikuna. Harafturat fær Olivia møguleikan at vera partur av fyrifallandi uppgávum umborð.
Tróndheim familjan verður umborð á Logos Hope fram til í summar.
Latið okkum biðja fyri Oliviu, Boga, Fríða og Karitu. Biðið at Harrin má verja tey, at tey mugu trívast og at Harrin má virka í teimum og ígjøgnum tey.
Les meiri um møguleikan at tæna á Logos Hope her ella skriva til okkum á info.fo@om.org, um tú vilt frætta um møguleikar at tæna á Logos Hope.