30. mai 2023

Tríggir fuglfirðingar umborð á Logos Hope

Í løtuni eru ikki færri enn tríggir fuglfirðingar umborð á Logos Hope. Í síðsta mánað fór Pætur Midjord umborð at arbeiða í maskinrúminum. Hann verður umborð til mánaðarskiftið juni/juli.

Fyri viku síðani skifti Ellintur Abrahamsen av Doulos Hope yvir á Logos Hope og dagin eftir kom konan, Eyðgerð, eisini umborð. Doulos Hope hevur fingið eitt sera umfatandi maskinbrek, og tí var mett, at tað var betri fyri Ellint at vera umborð á Logos Hope hesa tíðina og læra, hvussu skipavirksemi koyrir, tá tað koyrir sum vanligt, heldur enn hurlivasan sum í løtuni er umborð á Doulos Hope.

Tað er ikki heilt greitt, hvussu leingi Eyðgerð og Ellintur skulu vera umborð á Logos Hope ella um tey fara aftur á Doulos Hope, men í fyrstu atløgu er ætlanin at koma aftur til Føroya í oktobur.

Esther Dam Hansen er eisini umborð á Logos Hope, so tilsamans eru fýra føroyingar umborð í løtuni.

Biðið fyri teimum fýra, at Harrin skal brúka tey, har sum tey eru. Biðið fyri, at Ellintur og Eyðgerð skulu fella væl til umborð á Logos Hope. Biðið um, at maskinbrekið hjá Doulos Hope skal kunna loysast lætt og skjótt.