31. juli 2018

Triði dagur

Aftur ein deiligur morgun at vakna upp til her niðri í Týsklandi.

Í dag eru bíbliutímarnir í stóra salinum (Main Hall) nakað øðrvísi enn vanligt. Nú í skrivandi løtu eru tað genturnar, sum hava felagsbíbliutíma, og kl 11.45 savnast so allir dreingirnir har inni. Tað er so mangt, sum rørir seg í unga sinninum, og ivaleyst er tað gott onkuntíð at kunna tala til gentur og dreingir fyri seg.

Men yvirskipaða evnið er enn sum áður “Faðir vár”. Og í dag eru vit komin til bønina: “Gev okkum í dag okkara dagliga breyð”. Her fer bæði í høllini og í liðandaktunum at verða tosað um, hvussu vit kunnu venda okkum til Gud dagliga við øllum, sum okkum tørvar.

Eftir døgurðan, sum er kl 13, hava tey so frí til kl 18. Eg var mær ein túr í sera hugnaliga miðbýnum her í Oldenburg í gjár seinnapartin, og “teenstreetararnir” settu veruliga dám á býin. Allastaðni, eg var, sá eg ungfólk við eyðkenda teenstreet hálsbandinum – og ikki tykkum at siga, føroyingarnir smæddust heldur ikki burtur í hesum hópinum 😊

Annars ber til at fara inná heimasíðuna: teenstreet.de, har er leinkja til livestreaming av tí, sum fer fram í Main Hall.

Skrivað Eyðun á Lakjuni