10. august 2022

Triði dagur á TeenStreet

Gev gávu  

Oh, what at beautiful morning.

Vit eru aftur vaknað upp til ein vakran morgun og dag her á TeenStreet í Norðurspania. Sólin skínur bæði oman og niðan frá  heiðum himli og hann sigur framhaldandi frá góðum veðri.

Í morgun eru bíbliutímarnir býttir í 2. Genturnar fyri seg, og so seinni eru tað dreingirnir, ið sleppa framat.

Staðið, ið legan verður hildin liggur nokk so fjart frá bygdum øki, so ikki ber til at ganga, um man nú ætlar sær í býin at shoppa.

MEN hædd er tikin fyi hesum, og seinnapartin fara nakrir bussar við føroyingum inn til nærmasta størsta býin, Girona, ið liggur umleið helvtina av vegnum í ein sunnan hiðani og til Barcelona. Tað tekur 45 minuttir at koyra til Girona.

Hetta er stórur býur eftir føroyskum forholdum. Gott og væl 100 túsund sálir húsast har. So ivaleyst eru nógvir handlar og shoppingsentur at koma til, sum hesi ungu eisini gleða seg til at síggja og vera í.

Sum sagt – hetta er ein vakur morgun, og eg kom at hugsa um hendan vakra sangin hjá Hans And. Djurhuus í morgun.

Havið ein góðan dag. (Skrivað: Eyðun á Lakjuni)

 

Guð, tú ið tendraði mána og sól,

gav øllum livandi anda,

og var í vanda vár verja og skjól,

bjargaði okkum úr vanda.

Signa tú verkið, vit gera í dag,

gev okkum gleði og lær okkum tað:

Sterk móti syndum at standa.

 

2. Signa várt eyga, at bara tað sær

tað, ið er gott og kann menna.

At tú ert altíð í neyðini nær,

lat okkum føla og kenna.

Legg okkum góðsku í hjarta og sál,

leið okkum, Harri, hvar gøtan er hál,

og har, ið áirnar renna.

 

3. Dagarnir koma og líða so brátt,

lær okkum tíman at nýta,

so at vit vinna við ævinnar gátt

skrúðið hitt skínandi hvíta.

Signa tú dagin og náttina við,

og ver tú altíð við okkara lið.

Lat okkum trygt á teg líta.

 

H.A. Djurhuus 1915.