26. mars 2018

Tørvur á leiðarum til TeenStreet komandi summar

Í fjør vóru yvir 400 føroyingar, harav 260 tannáringar á TeenStreet. Í 2018 verður legan í Oldenburg frá 28. juli til 4. august. Vit vænta, at tað koma uml. líka nógv á leguna í ár.

Til í ár hava vit aftur tørv á leiðarum at tæna á TeenStreet. Ert tú millum 21 og 99 ár, hevur hjarta fyri at hjálpa tannáringum at vaksa saman við Gudi, bæði á TeenStreet og heima í Føroyum gjøgnum árið, kann tað vera júst tær, tannáringarnir hava tørv á til komandi summar. Um tú kundi hugsað tær at vitað meira, ber til at seta teg í samband við okkum í TeenStreet leiðsluni.