6. oktober 2017

Tørvur á fólki við útbúgving til Logos Hope

Her sæst eitt yvirlit yvir, hvørjum fólkið tørvur er á umborð á Logos Hope í januar 2018. Ynskiligt er at ein kemur umborð í tvey ár, men viðhvørt ber til at koma við í eitt ár. Lýsingin er á enskum, tí krav er, at ein hevur rímiliga góðar enskar førleikar fyri at fara umborð. Um tú ert áhugaður í at fara, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á info.fo@om.org ella á tlf. 219923.