3. august 2023

Tom Jacobsen talar á TeenStreet

Føroyski Tom Jacobsen er millum høvuðstalararnar á TeenStreet í Offenburg

Millum teir 5 høvuðstalararnar, ið bera orðið fram á TeenStreet í Offenburg í ár, har eisini umleið 250 føroyingar eru savnaðir, er Tom Jacobsen úr Havn.

Tom er útbúgvin lærari og hevur áður eisini virkað í hesum starvi í 4 ár. Nú er hann samkomuleiðari ella pastorur í City Church í Havn. City Church hevur, sum navnið leggur upp til, eina sera góða staðseting miðskeiðis í Havnini. Samlað eru tey millum 200 og 250, sum hoyra til samkomuna, hóast ikki øll møta hvørja ferð. Av hesum eru nógv ung, men eisini fólk úr øðrum londum, og verða øll møtini umsett til enskt mál.

Tá ið Tom av leiðsluni í TeenStreet Europa var biðin um at vera ein av talarunum á TeenStreet í ár, sá hann hetta sum ein ógvuliga stóran heiður, og segði við bivandi hjarta ja til stóru uppgávuna. Hann er vanur at tala, men ikki á enskum máli, sum hann jú verður noyddur at gera á leguni. Hann sigur, at hetta er ein avbjóðing, men heldur kortini, at tað gongur OK.

Tom sigur víðari, at høvuðsboðskapurin á leguni, sum í ár er søgan um Dániel og vinir hansara úr gamla testamenti samantvinnað við fjallaprædiku Jesusar, verður fyrst og fremst borðin fram í smáu liðunum, sum eru skipað á leguni. Til hetta er nógv gjørt burturúr, og allir leguluttakarar hava fingið væl úr hondum greitt og djúptøkið hefti á sínum egna máli. Uppgávan hjá honum og hinum 4, sum tala av stóra pallinum er so meira at taka samanum og lýsa evnið uppaftur meira og enn betri.

Tom Jacobsen sigur at enda, at visónin heilt víst er, at tey ungu vilja taka boðskapin við sær heim til sítt egna land og liva hann har.