13. januar 2018

Tilmelding til seminar

Eitt av aðalmálunum hjá TeenStreet er at arbeiða saman við kirkjum og samkomum, við at eggja og útgerða okkara ungdóm at hava eitt veruligt samfelag við Jesus og at endurspegla Hann í teirra gerandislívi. Til hetta krevst, at tey hava vaksin, sum fylgjast við teimum í kristna lívinum.

Á seminarinum leygardagin kl. 16.00 undirvísa Johs og Debs undir heitinum “Gera vit lærisveinar í dag?”. Semarið, sum er uttan tolk, er ætlað øllum, sum longu arbeiða ella ynskja at koma at arbeiða við ungdómum t.d. í ungdómsarbeiði í heimasamkomuni, sum leiðari á TeenStreet ella á annan hátt.

Seminarið endar kl. 18.30 við døgurða. Aldursmarkið er 18 ár og eldri.

Tilmeldingin er liðug.