Tilbiðjan
Hættirnir eru nógvir og siðvenjurnar sera ymiskar. Tað gerst tær beinanvegin greitt tá ið tú ert á altjóða legu, slíkari sum Teenstreet.
Mørk verða flutt og har sum nógvur ungdómur er, henda eisini broytingar – tíbetur.
Á Teenstreet verður nógv gjørt burturúr lovsangi. Her er stórt orkestur, sum leiðir sangin, og nógv verður vant fyri at fáa tað at ljóða so væl sum til ber. Og væl ljóðar. Eisini gera tey á pallinum sær ómak fyri at geva rúm fyri, at vit, sum sita í salinum eisini hoyrast. Viðhvørt verður spælt hart, og so verður dempað og ljómurin frá okkum 4000 næstan køvir tónleikin. Tað er flott!
Nakað nýtt, sum eg havi sæð hesu ferð meira enn hinar ferðirnar, eg havi verið á Teenstreet er, at aðrar listagreinar eisini verða nýttar í tilbiðjan. Til Throne Room’ini um kvøldið hevur listakvinna staðið á pallinum og málað mynd, og latið seg inspirera av tí, sum fer fram. Harafturat er stórt rúm skipað beint aftanfyri har, vit sita í høllini, hagar tey ungu kunnu leita sær inn og mála, og á hendan hátt tilbiðja, meðan møtið fer fram.
Onnur listagrein, sum meira verður gjørt burturúr nú, enn eg fyrr havið upplivað her, er dansur. Til fleiri sangir koma vandir dansarar fram á pallin at dansa og ynskja á hendan hátt at tilbiðja Harran.
So hvat skal mann siga. Fyri meg, sum eri uppvaksin í miðalstórari bygdabrøðrasamkomu er hetta rættiliga nýtt og púra óvanligt, men eg síggi bara, at hesi menniskju, sum framføra og ynskja at tilbiðja Harran á hesar ymisku og fyri mær í hesum høpi ókendu hættir, eru heilhjartað menniskju, sum ganga upp í tað, tey gera við lív og sál og ynskja at gera tað so væl, tey megna.
Og tað er fyri mær trúverdigt.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni