Tíðindabræv frá Tanju úr Suðurafrika
Vit hava fingið eitt tíðindabræv frá Tanju Mortensen, sum virkar við OM í Suðurafrika. Tanja hevur verið í Suðurafrika síðani heysti í fjør.
Hon skrivar millum annað í tíðindabrævinum: “Jólini vóru, sum sagt øðrvísi í ár. Tann 25. des. bjóðaðu vit rúsevnismisnýtarunum, ið vit møta í Drug Ministry, til ein jóladøgurða her í Meetse. […] Tað er hart og avbjóðandi at hoyra søgurnar hjá teimum, hvussu tey eru bundin av rúsevnunum og hvussu nógv tey vilja burtur úr tí. Tað er lætt at gerast skuffað og missa mótið, tá eg tosi við onkran, sum ynskir at fáa hjálp, men sum ikki tekur stigið og sum eg so ikki síggi aftur. Tá má eg minna meg á, at hetta er Harrans verk og ikki mítt. Mín uppgáva er at sáa og biðja, og Hansara uppgáva er at lata tað bera ávøkst.”
Les alt tíðindabrævið her: Tanja tíðindabræv mars 2019