29. juni 2017

Tíðindabræv frá Jóhannes og Cécile

Hey tit øll, og takk fyri at tit lesa hetta brævið. Av tí at seinasta tíðindabrævið var frá desembur, hildu vit at tíðin er komin til at siga frá hvat vit gera her í Nantes.

Ungdómsmøtini!

Vit hava seinasta ungdómsmøti 1. juli. Í vár høvdu vit eina vikuskiftislegu í Bretagne, sum er 2 tímar at koyra norður frá Nantes.

Vit høvdu tað sera gott saman, har vóru um 30 ungdómar. Evni hetta vikuskiftið var um gávur Heilaga Andans.

Vit høvdu eisini eitt vikuskiftið her í Nantes, har evni var um Heilaga Andan. Tað vikuskiftið høvdu vit eisini eitt átak við bilvask, har foreldur og vinir komu fyri at fáa bilin vaskaðan av teimum ungu. Peningurin sum kom inn, ferð til gjøld fyri summarlegur sum t.d. Teenstreet. Hetta var ein góð eggjan fyri tey.

Vanliga hava vit ungdómsmøtir aðruhvørja viku og brúka fyri tað mesta tilfarð frá Alfa-skeiðum. Hetta gera vit, tí vantrúgvandi koma eisini á ungdómsmøtini, og Alfa-skeiðini eru eisini eggjandi fyri tey ungu trúgvandi. Í vetur hava vit gjøgnumgingi evnini: Jesus, Bíblian, Heilagi Andin, Samkoman, Bøn o.a.

Samkoman!

Biði fyri samkomuni, hon hevur verið gjøgnum trupuleikar. Pastorurin í samkomuni gjørdist sjúkur, og kemur helst ikki aftur. Vit hava góðar elstar sum leiða okkum gjøgnum hesa tíðina. Sum vanligt, so eru vit nógv uppi í samkomuarbeiði. 3. juni høvdu vit eitt tilbiðanar kvøld, har nógv fólk komu at tilbiðja Gud; hetta var eitt signa kvøld.

Jpense tænastan!

Vit byrja aftur við evangeliskum kvøldum í Nantes. Evni er: “Er tað ørt at trúgva á Gud?” Vit vænta nógv fólk 24. juni. Tey flestu er vantrúgvandi, sum eru bjóða av teirra trúgvandi vinum. Biði fyri at Gud má nema hjørtu teirra.

Teenstreet!

Í ár fara vit á Teenstreet í Offenburg. Vit fara við franska toyminum, teimum tørvaði hjálp. Vit skulu vera M&M’arir, sum merkir at vit skulu taka okkum av einum bólki av leiðarum. Vit eru spent uppá at virka saman við teimum. Nøkur frá ungdómsbólki okkara koma eisini. Biði fyri at tey ungu verða umbroytt, og fyri trygd sum tey ferðast, og í Offenburg, tá ið vit vita at hetta er eitt møguligt mál fyri terror.

Takkarevnir og bønarevnir!

Vit takka Gudi fyri at Hann er trúfastur.

Tað hevur verið serliga hart tær seinast vikurnar, har vinir hava stríðst í sínum viðurskiftum við Gud. Eisini hevur verið nakað av tvídrátti ímillum limir í samkomuni. Men Gud minnir okkum støðugt á at Hann er góður. Vit verða eisini áhaldandi mint á, at vit vit eru í bardaga við terrorismu, men samstundis verða vit mint enn meiri á at vit kunnu vitnað um at Gud er kærleiksfullur og umsorganarfullur og at vit sum eru trúgvandi ikki óttast deyðan.

Biði fyri trygd fyri familjuni og vinum her í Fraklandi. Takk fyri

Johannis, Cécile, Sarah og Léah

Ps. Nakrar myndir fra ungdómsarbeiðinum