30. juli 2019

Throne Room

So er Throne Room í  Main Hall. Throne Room á Teenstreet, hvat er tað? Jú hetta er tað, tey ungu í Føroyum sikkurt vildu kallað eina lovsongsløtu. Størsti munurin er kanska, at í eini miðal samkomu í Føroyum eru tey ofta millum 50 og 100 til slíkt tiltak, og her inni eru vit eini 3.000.

Løtan byrjar við, at tey, sum vanliga hava orðið á møtunum her, bjóða vælkomin og byrja við stuttari bøn. Og síðani er tónleikur og sangur fyri allar pengarnar.

Og hetta er ikki akkurát, sum eg kenni tað frá mínari heimasamkomu. Á pallinum eru eini 10 – 12 tónleikarar og 5 – 6 sangarar. Og hesi leiða okkum í felagssang við teirra spæli og sangi. Anleggið, ið er sett upp til høvið, er stórt, so ljóðið kemur væl út í hesi stóru høllini.

Frammi við pallin standa nógv ung við upplyftum hondum og dansa til tónleikin, meðan tey syngja. Her er nógv lív í. Summir sangir eru ógvuliga lívligir og harðir, meðan aðrir eru stillir og róligir. Tónleikararnir duga eisini at variera dynamikkin í teirra spæli. Onkuntíð eru teir næstan burtur, og sangurin brúsar einsamallur ígjøgnum høllina.

Eg fari ikki at gera meg klókan her uppá, hvussu lovsangur skal vera uttan, at hann ivaleyst fyrst og fremst kemur frá hjartanum. Tíðir broytast og siðir broytast. Sangurin á Dávids døgum hevur so heilt víst hvørki ljóðað, sum hann gjørdi fyri 50 ella fyri 100 árum síðani – og heldur ikki sum hann ger í dag. Tað kann eg so gera meg klókan uppá.

Eg veit bara, at her er gott at vera, og hesi ungu lovsyngja Harranum fyri verk hansara og fyri, at hann er góður.

Tað stendur nógv í Skriftunum um lovsong og at lovsyngja. Hetta ørindi er úr Dávids sálma 13, og vers 6:

“Men eg líti á náði Tína; hjarta mítt skal gleðast í frelsu Tíni, eg skal lovsyngja HARRANUM fyri, at Hann var mær góður.”

Og meðan eg nú leggi hesa greinina út, brúsar songurin enn í høllini……..

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni