4. august 2023

Throne Room

Í kvøld eru vit longu komin til næstseinasta kvøldið her á TeenStreet 2023. Og høllin er full glaðum ungum trúgvandi í Thone room – her er sanniliga gott at vera!

Føroyski lovsongsbólkurin er á pallinum saman við potugisisku Yara, og eg má siga at tónleikurin og lovsongurin ljómar væl sum ongantíð áður. Ljóðið var gott at byrja við og verður bara betri og betri hvørt kvøld, og tað er eisini heilt víst Alexander Gaard, ljóðmanninum fyri at takka. Tað ljóðar í roynd og veru av tí allar besta. Tað er ein njótan bara at sita og lurta. Spælið er í topp og eisini sangararnir.

Inn í millum er stuttur boðskapur og í kvøld er ein serlig bøn fyri Pakistan.

Og so er aftur lovsangur og tað er so lívgevandi at hoyra øll hesi ungu saman við bólkinum á pallinum syngja: “Non above him non before all of  time in his hands……….” Og so: “All my life you have been faithful, all my life you have been so, so good”