13. juli 2017

Telefon á Teenstreet – mannagongdir broyttar!

Mannagongdin at løða telefonir verður broytt á teenstreet í summar!

Vit mæla tær til ongantíð at lata telefonina liggja og løða uttan at tú ert hjá.

Vit bjóða tær henda møguleikan:

Á TeenStreet kanst tú keypa eitt sett við tveimum power banks (við teenstreet logo á ) frá fyrsta degi í TeenStreet shop ella main charging station (hall 3). Tveir powerbanks kosta 12 euro.

Tú fært ein powerbank beinanvegin, hin verður verandi í charging station gjøgnum teenstreet vikuna og tú fært hann við heim seinasta dagin.

Tá tín powerbank er tómur, letur tú hann inn í Info desk ella charging station og fært ein nýggjan fult løddab BEINANVEGIN. Sostatt hevur tú altíð telefonina og løðara hjá tær. Um tú ynskir tað, kanst tú skifta powerbank fleiri ferðir um dagin. Seinasta dagin á ts kanst tú fara eftir hinum powerbankanum.

Kanska hevur tú hug til at deila tilboðið við einum vini. Minst til at tú kanst býta til fult løddan powerbank fleiri ferðir dagliga. Tá tit so seinasta dagin fara eftir powerbank 2, eiga tit ein í part

GG! Tú kanst ikki longur lata telefonina inn at verða lødd. Tú kanst heldur ikki lata tín egna powerbank inn at verða løddur. Bara TeenStreet powerbankar kunnu latast inn til løðing. Men tú fært ein fínan ts powerbank til egna nýtslu aftaná