17. januar 2018

TeenStreet vikuskiftið í Runavík . “TREISK VÓN” – Info. og Skrá

MiniTeenStreet í Bylgjuni í Runavík 16. – 18. februar 2018

Aftur í ár hava vit tann framíhjárætt at fáa vitjan av hjúnunum Debs og Josh Walker úr Houston, USA. Tað verður til møtirøðina undir heitinum “Treisk Vón”, sum TeenStreet Føroyar skipar fyri í døgunum 16. til 18. februar 2018. Evnið er bygt á Rómb. 4 og 5, eitt nú Rómb. 4;18: Har eingin vón var, trúði hann við vón.

Felagskristiligt tiltak
MiniTeenStreet er ein felagskristilig stevna, har samkomur og kirkjur í felag geva okkara ungdómi ein pall, har tey í góðum andaligum felagsskapi verða uppbygd og styrkt í trúnni. Tiltakið er tó ikki einans ætlað ungdómum, men øllum, sum hava hug og ynskja at vera við.

Seminar – “Gera vit lærisveinar í dag?”
Eitt av aðalmálunum hjá TeenStreet er at arbeiða saman við kirkjum og samkomum, við at eggja og læra okkara ungdóm at hava eitt veruligt samfelag við Jesus, og at endurspegla Hann í teirra gerandislívi. Til hetta krevst, at tey hava vaksin, sum fylgjast við teimum í kristna lívinum.
Á seminarinum leygardagin kl. 16.00 undirvísa Johs og Debs undir heitinum “Gera vit lærisveinar í dag?”. Seminarið, sum er uttan tolk, er ætlað øllum, sum longu arbeiða ella ynskja at koma at arbeiða við ungdómum, t.d. í ungdómsarbeiði heimasamkomuni, sum leiðari á TeenStreet ella á annan hátt.
Seminarið kostar 100 kr. og endar kl. 18.30 við døgurða. Aldursmarkið er 18 ár og eldri. Tilmelding fer fram á heimasíðuni:
www.om.fo og freistin at melda til er 14. februar kl. 20.00.

Skrá
Fríggjakvøld:
Kl. 20.00: Møti við Debs og Josh Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom

Leygardag:
Kl. 16.00: Seminar – tilmelding á om.fo “Gera vit lærisveinar í dag?”
Kl. 20.00: Møti við Debs og Josh Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom

Sunnukvøld:
Kl. 11.00: Debs og Josh luttaka á møti í Kelduni í Skálafirði
Kl. 18.00: Møti og ThroneRoom við Debs og Josh Walker

Vit at heita á samkomu- og kirkjuleiðarar, vaksin, ung og tannáringar um at standa saman um stevnuna og eiga hana. Latið okkum standa saman bæði við tí praktiska, tí fíggjarliga, í bønini og við at luttaka í tiltøkunum í Bylgjuni.

Ókeypis – Fíggjarligan stuðul
Kvøldtiltøkini eru ókeypis, men tykkum kunnugt kostar eitt slíkt tiltak. Tí takka vit eisini hjartaliga fyri peningaligan stuðul. Til ber at flyta eina gávu á kontu: 9181- 1667744 viðmerk: TS18FO ella at stuðla á heimasíðuni www.om.fo.

Møguleika at hjálpa til við tí praktiska?
Vit eru takksom fyri alla hjálp, og tey sum kunnu veita eina hjálpandi hond, kunnu seta seg í samband við okkum á teenstreet.fo@om.org.

Vit takka fyri forbøn og stuðul, og ynskja at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Bylgjuna 16. – 18. februar 2018.

Margareth D. Djurhuus, Randi Hansen og Símun J. Hansen