5. august 2022

TeenStreet verður í Spania í komandi viku

Komandi dagarnar stevna nógvir føroyingar suður til Barcelona, har TeenStreet lega verður.

 

TeenStreet er tvørkirkjulig  altjóða lega fyri tannáringar. TeenStreet byrjaði í Týsklandi í 1993. Síðani tá hava tannáringar í tíggjutúsundatali luttikið á legum runt um í øllum heiminum. Men eins og á so nógvum øðrum økjum, so setti korona eisini eina bremsu fyri altjóða TeenStreet legunum. Hetta førdi við sær, at fyrrárið og í fjør vóru bara smærri lokalar legur hildnar innanlands í teimum ymsu londnum.

 

Men í ár er øðrvísi, og sunnudagin byrjar lega nakað uttanfyri Barcelona, hagar 304 føroyingar fara at leita sær. Av hesum eru tað 209 tannáringar, ið fara á legu, restin eru vaksin hjálparfólk og børn hjá hesum.

 

Á leguni í Spania, sum er frá sunnudegnum  og til seint fríggjakvøldið, eru ungfólk úr spania, Italia, Fraklandi, Portugal, Grikkalandi, Týsklandi og úr Føroyum.

 

Í gjárkvøldið endaði lega, ið hevur verið í Hollandi fyri aðrar tjóðir – m.a. hinar norðulendsku, og nú verður gjørt klárt í Barcelona til at taka ímóti einum nýggjum hópi av tannáringum úr øðrum londum.

 

Og klokkan 5 sunnumorgunin stevnir eitt fullsett flogfar hjá Atlansflog út eftir flogbreytini í Vágum við 174 vónríkum føroyingum, sum fara suður í hitan á legu. Hini uml. 130 ferðast so á annan hátt.