5. august 2020

TeenStreet í norðoyggjum

Í norðoyggjum er Betesda í Klaksvík miðdepilin um TeenStreet leguna.

Beinanvegin, tey í Klaksvík fingu at vita, at TeenStreet fór at vera eftir hesum leistinum, fóru tey undir at fyrireika leguna. Og sigast kann, at tey hava gjørt nógv burturúr.

Umstøðurnar eru sera góðar í nýggja og snøgga samkomuhúsinum, men tey hava eisini fingið kjallaran í Biskupstorginum til láns til endamálið, so ein partur av tiltøkunum fer fram har.

Tær 10 TeenStreet legurnar her heima eru ikki eins yvir alt landið. Tað vil siga, at skráin er ymisk frá staði til stað, men kl. 16 og kl. 19 verður stroymt av netinum – so tá sita øll og hyggja eftir tí sama boðskapinum og syngja saman í lovsangi. Og hetta er eisini júst tað sama, sum verður víst til allar legurnar um allan heimin.

Øll í aldrinum 13 til 17 ár í norðoyggjum eru vælkomin á legu, og har telja tey nú heilt uppí 122 leguluttakarar.

Legan í Betesda er skipað á tann hátt, at tannáringarnir sova heima. Kl. 8.30 verða tey heintað við serligum TeenStreet bussi, og verða so eisini koyrd til hús aftur kl. 22.30 á kvøldi.

Kl. 9.00 er morgunmatur, og síðani fer fyrraparturin til ymisk seminar,  og verkstovur, sum luttakararnir melda seg til. Eftir døgurða eru so alskyns frítíðaraktivitetir. Har er m.a. bæði skipað fyri fjallatúri, ymiskum stuttleika á vágni og listastovu – og harafturat eru bæði Badmintonhøllin og Svimjihøllin eisini tøkar. Í Klaksvík ynskja tey, at hetta eisini skal vera ein aktiv lega, har tey ungu kunnu røra seg.

Kl. 19 er Throne room – hetta er lovsongsløta, ið sum sagt verður stroymað av netinum. Hetta hevur altíð verið ein løta, ið tey ungu eru sera glað fyri.

Um kvøldið er so hugni í Biskupstorgi, og har er mangt og mikið, tey ungu kunnu gera. Har er millum annað bæði kiosk og café, open mic og ein rúgva av øðrum, tú kanst taka tær til.

Í klaksvík síggja tey fram til eina góða legu og vóna ikki, at corona smittan fer at forkoma henni, hóast tey nú eru farin at tillaga