TeenStreet í Bylguni 24.-26. februar
Til samkomur og kirkjur
TeenStreet í Bylgjuni í Runavík 24.-26. februar 2017
Í vikuskiftinum 24. til 26. februar koma hjúnini Debs og Josh Walker úr Houston, USA, at tala og læra á ungdómsmøtirøðini, sum TeenStreet Føroyar skipar fyri. Debs og Josh Walker eru væl kend millum TeenStreet ungdóm, tí nógvu seinastu árini hava tey verið høvuðstalarar á TeenStreet í Týsklandi. Evnið er “VIEW” og lært verður úr Jákupsbrævinum, sum vit eggja øllum at lesa áðrenn.
Skrá
Fríggjakvøld:
Kl. 21.00: Møti við Debs og Josh Walker
Kl. 23.00: ThroneRoom
Leygarkvøld:
Kl. 21.00: Møti við Debs og Josh Walker
Kl. 23.00: ThroneRoom
Sunnukvøld:
Kl. 19.00: Møti og ThroneRoom við
Debs og Josh Walker
Samkristiligt tiltak
Føroyska TeenStreet tiltakið er eitt samkristiligt tiltak, har samkomur og kirkjur í felag geva okkara ungdómi ein pall, har tey í góðum andaligum felagsskapi verða uppbygd og styrkt í trúnni. Tiltakið er tó ikki einans ætlað ungdóminum, men øllum, sum hava hug og ynskja at vera við.
Latið okkum standa saman
Við hesum brævi ynskja vit at heita á samkomu- og kirkjuleiðarar, vaksin, ung og tannáringar um at standa saman um tiltakið og kenna ognarskapin í tí. Latið okkum standa saman bæði við tí praktiska, tí fíggjarliga, í bønini og við at taka lut í tiltøkunum, sum vera í Bylgjuni.
Ókeypis – fíggjarligan stuðul
Tiltakið er ókeypis, men tykkum kunnugt kostar eitt slíkt tiltak. Tí takka vit eisini hjartaliga fyri peningaligan stuðul. Til ber at flyta eina gávu á kontu: 9181- 1667744 viðmerk: TS17FO.
Møguleika at hjálpa til við tí praktiska?
Vit eru takksom fyri alla hjálp og tey, sum kunnu hjálpa til, kunnu seta seg í samband við okkum á teenstreet.fo@om.org.
Vit takka fyri forbøn og stuðul og vóna at síggja nógv av tykkum í Bylgjuni 24.-26. februar 2017.
Vinarliga
TeenStreet Føroyar
Elisabeth Christiansen, Margareth Djurhuus, Randi og Símun Hansen