TeenStreet í 2 vikur??
Sum mestu av tykkum vita, so byrjar legan, TeenStreet 2017, í morgin!
Tvey fullpakkað flogfør fara úr Føroyum og nógvir bussar úr ymiskum londum runt allan heim, øll við somu endastatión.
Einki kann samanberast við stemningin fyrsta kvøldið. Tá bussur fyri og annar eftir setir tannáringar av og koyrir avstað. Ung úr ymiskum londum og mentanum hálsfevnast og skríggja. Og tá salurin rungar til allarfyrsta ThroneRoom, tað er ein heilt einastandandi løta.
Eftir einari viku er alt liðugt og huglagið broytist aftur til tað gamla. Ein bussur fyri og annar eftir leggur leiðina heim við fullum setrum av móðum, hørmum – men vónandi andaliga uppbygdum tannáringum.
MEN hvat um tú faktiskt kanst gera hesa leguna longri?!
Tað kanst tú! Tí eina heila viku áðrenn kenda TeenStreet legan, sum vit kenna hana, byrjar, er tað vit nevna Setup-week. Eisini her koma fólk úr nógvum ymiskum londum og gera klárt til TeenStreet. Hugsa um tað tá tú kemur á TeenStreet í morgin… Hvørt einasta borð, hvør stólur, hvørt hegn, hvørt telt, hvørt pynt her og har, alt er sett upp av hesum hondum.
M.a verður gjørt klárt í:
Global Village
Cocktail Bar
Bookshop
Infodesk
CleanStreet
ArtZone
Charging Station
Shop
Funfood
Interact Zone
Staff Café
Security
Medical Team
In Betweens
Kiosk
Sports
Dishwashing
Kitchen
Outreach
Translation
Síðani er tað alt tað praktiska í Mainhall. M.a at seta pall, ljóð útstýri, ljós og stólar upp.
Og harafturat eru fólk á fund og fyrireika ymiskt, fyri at TIT, leguluttakararnir, skulu fáa tað besta burturúr hesari vikuni.
Har í millum: Home Representives, Prayer Team, Fountain Team, Program Team og Worship Team.
At alt er sjálvboðið og at fólk velja at seta eina heila viku av + leguna sjálva, til hetta sjálvbodnað arbeið, er mær ófatuligt.
Fólk, sum brenna fyri at tæna Harranum og tæna teimum ungu við øllum teirra hjarta.
Afturat arbeiðnum, verður borðreitt við trimum máltíðum um dagin og er ein løta sett av til tilbiðjan í sangi og bøn hvørt kvøld (+ fleiri hava eisini andakt um morgunin). Eisini er tað ein gyltur møguleiki at læra Gudsóttandi fólk at kenna á ein heilt annan hátt enn áður. So kanska hetta er nakað tú kanst umhugsa til í næsta ár?
Fleiri føroyingar eru til staðar og nú byrja hølini at fyllast upp so líðandi. Vit gleða okkum at taka ímóti restini av føroyingunum í morgin!