21. mars 2022

Teenstreet Føroyar fer á leguna í Spania

So er avgjørt at føroyska TeenStreet ferðalagið fer til Spania. Til El Collel, ið liggur beint norðanfyri Barcelona.

Kunning liggur her á heimasíðuni!

Tilmeldingin opnar 2. apríl í SALT á Tvøroyri, so kanska koma onkrar dagføringar, men sum heild er alt upp á pláss. Men bið fyri at vit fáa alt tað tekninska at rigga til 2. apríl.

Bert eitt flogfar flýgur, so vit raðfesta fólk, sum flúgva báðar vegir. Fleiri ferðast eisini sjálvi, men tað tekur TeenStreet Føroyar ikki ábyrgdina av. TeenStreet Føroyar skipar leiguflogfarið, við ferðaleiðara.

Prísurin er hægri enn vanligt (umleið 1500 kr hægri), men hetta kemur av, at tað er longri at flúgva, og at fleiri møguleikar eru á staðnum, so sum sengur :).