4. august 2023

TeenStreet endar í dag

Í dag endar TeenStreet 2023, og her hevur verið gott at verið. Sera gott. Ein kann í roynd og veru undrast á, hvussu væl alt  er fyrireikað, virkar og riggar – og hvussu væl  hjúklað er um alt heilt niður í smálutir. Her er onki latið til tilvildina.

Vit eru áleið 2500 fólk savnað – kanska enntá fleiri, og alt riggar. Her verða 3 máltíðir gjørdar um dagin á staðnum til øll. Skjótt gongur at servera og eisini at rudda av og vaska upp.

Her er eisini reint og ruddiligt allastaðir – og tað syrgir ein hópur av fólki í service team fyri, ið kallar seg CleanStreet.

Undirvísingin er á høgum støði, bæði tá ið tey eru samlað í stóru høllini, men eisini á smáu liðunum, har sum  eitt ógvuliga væl úr hondum greitt hefti er gjørt til endamálið.

Nógv er eisini gjørt burturúr tí tekniska í høllini við ljóði og ljósi, sum faktiskt er á hægsta altjóðað støði. Og føroyski bólkurin, ið spælir og leiðir felagssangin er bara heilt í topp.

Aftanfyri pallin eru nógv fólk til arbeiðis, ið umseta, syrgja fyri teksti, myndum og video. Og harafturat er stórur hópur, ið tekur sær av at leggja myndir og tekst út á ymisku sosialu miðlarnar og pallarnar.

Eisini í fríløtunum verður nógv gjørt burturúr – soleiðis at leguluttakararnir skulu hava tað so gott og trívast so væl sum møguligt – bæði við spølum og harafturat  nógvum básum og smáum krambúðum. Har ber til at keypa sær  okkurt bæði til matna og okkurt at drekka, og eisini kanst tú keypa bøkur og slíkt, og harafturat er ein lítil krambúð, ið selur troyggur, t-shirts og tílíkt.

Her hava eisini verið nógvir fyrilestrar, ið tey ungu hava kunnað farið til. Millum nógv onnur hevur eisini føroyski Høgni Johannesen verið og undirvíst.

Ja, her hevur sanniliga verið gott at verið. Og tøkk fáa tey, ið skipað fyri. Føroyska leiðslutoymið er jú Randi Hansen, Símun J. Hansen og Andrias Magnussen. Gott, at tey halda fram við hesum góða arbeiði. Men eisini takk til leiðsluna í TeenStreet Europe, har føroyska Margaret Dalheim Djurhuus jú er í leiðslutoyminum.

Í kvøld endar TeenStreet 2023 og flestu føroyingarnir fara longu av økinum kl 20.30 í bussarnar, sum koyra tey til Strasbourg, har flogfar hjá Atlantsflog stendur og bíðar teimum fyri at flúgva tey beinleiðis til Føroyar.

Eingin veit hvat framtíðin hevur at bjóða, men ætlanin er, at TeenStreet verður aftur næsta ár her í Offenburg – og spyrja tit meg, ja, so sigi eg: “Leingi livi TeenStreet.”